
Sálarlig heilsa
ABC-vika 2026
ABC-vikan er aftur á skrá, og í ár inniheldur skráin heili 57 tiltøk kring landið.

ABC-vikan liggur í viku 41, tí altjóða sálarheilsudagur er 10. oktober. ABC-vika 2026 er frá 5.-11. oktober.
Endamálið við ABC-vikuni er at leggja dent á at fremja sálarliga heilsu við at vera virkin, saman og hugbundin í onkrum, sum gevur meining fyri tann einstaka. Við eini rúgvu av tiltøkum, ið fleiri av okkara ABC-samstarvsfeløgum skipa fyri, er møguligt hjá borgarum kring landið at taka lut í virksemi, sum kann hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna.
Skráin er fjølbroytt og flestu tiltøk ókeypis. Tiltøkini venda sær til børn, ung, vaksin og eldri, og tey fevna um alt frá rørslu, fyrilestrum, matgerð og ymiskum handverki.
ABC-samstarvsfelagarnir, ið skipa fyri í samstarvi við feløg og onnur í nærumhvørvinum í ár, eru: Hvalbiar kommuna, Vágs kommuna, Eiðis kommuna, Klaksvíkar kommuna/Norðoya Kunningarstova, Rótin og Psykoterapeutfelag Føroya.
Hygg at fjølbroyttu skránni og bjóða onkrum við tær til eitt tiltak.
Tak niður skránna fyri ABC-vikuna.
Góða ABC-viku!