ABC fyri sálarliga heilsu
ABC-samstarvsfelagar
Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum við ABC fyri sálarliga heilsu snýr seg um at skapa og styrkja eitt sálarliga heilsufremjandi umhvørvi kring landið í Føroyum. Kommunur, stovnar og feløg hava møguleika at gerast partur av einum ABC-samstarvi. ABC-samstarvsfelagar møtast fýra ferðir um árið og binda seg til at hava ein ella fleiri ABC-samskipara/-r, ið hava til endamáls at breiða út boðskapin um ABC fyri sálarliga heilsu til sínar málbólkar og seta átøk í verk, sum kunnu fremja trivnað og góða sálarliga heilsu. Við ABC-samstarvsfeløgum røkka vit betri út til nærumhvørvið hjá íbúgvunum í Føroyum, og hetta skapar eitt betri grundarlag fyri at arbeiða við ABC fyri sálarliga heilsu á fleiri stigum í samfelagnum.
Í løtuni eru hesar kommur, stovnar og feløg ABC-samstarvsfelagar:
Klaksvíkar kommuna, Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Hvalbiar kommuna, Vágs kommuna, Vága kommuna, Sands kommuna, Sunda kommuna, Eiðis kommuna, Vestmanna kommuna, Sumbiar kommuna, Kommunufelagið, Ítróttasamband Føroya, Fótbóltssamband Føroya, Psykiatriski depilin, Fróðskaparsetur Føroya, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Sinnisbati, Sinnisbati Ung, Lívdin, Gigni, Almannaverkið, SSP, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Psykoterapeutfelag Føroya, Javni, Brúgvin eftirskúlin, Rótin og Føroya Pedagogfelag.
Aðrar síður undir ABC fyri sálarliga heilsu