ABC á arbeiðsplássinum

Uppgávur

Amboð til tilgongdina við ABC á arbeiðsplássinum

Her eru ymisk amboð, ið tit kunnu brúka, tá tit savna leiðsluna, øll starvsfólkini, útvald toymi ella deildir.

Niðanfyri eru ymiskar uppgávur, ið kunnu brúkast á starvsfólkafundum, á fakligum døgum ella brúkast saman við øðrum evnum, ið eisini eru á skrá. Endamálið við at seta ABC fyri sálarliga heilsu í verk á arbeiðsplássinum er, at tað verður ein náttúrligur partur av gerandisdegnum, bygnaðinum og mentanini á arbeiðsplássinum.  

Tú kanst samanseta uppgávurnar, soleiðis at tær passa tykkara arbeiðsplássi. Arbeiðspláss eru ymisk í stødd, og tískil kunnu uppgávurnar tillagast, so tær hóska til tykkara arbeiðspláss. Tað vil siga, at tú kanst brúka einstakar uppgávur fyri seg ella samanseta fleiri uppgávur, gera uppgávurnar við øllum starvsfólkum í senn ella við útvaldum deildum ella toymum.

Uppgávurnar verða gjørdar við at býta starvsfólkini í bólkar á eini 3-5 persónar. Flestu uppgávur innibera, at einstaka starvsfólkið fyrst fær høvi einsamalt at hugleiða um útvaldar spurningar, áðrenn tey tosa saman í smærri bólkum. Uppgávan endar við at taka samanum í felag.

Fá onkran at taka notur frá samanumtøkuni, so tað ber til at arbeiða víðari við tí, ið kemur fram. Gerið greitt, um nakað skal setast í verk aftaná, og hvør hevur ábyrgdina fyri tí.

Tað er ikki neyðugt at vera serfrøðingur í sálarligari heilsu ella hava servitan um ABC fyri sálarliga heilsu fyri at standa fyri ABC-uppgávunum. Tað týdningarmesta er, at leggja uppgávurnar væl til rættis og skapa rúm fyri, at starvsfólkini kunnu hugleiða og hava dialog um evnini, ið eru á skrá.

Her er ein stutt vegleiðing til umboð fyri leiðsluna, HR ella onnur starvsfólkaumboð, sum skulu standa fyri at arbeiða við ABC á tykkara arbeiðsplássi:

Mál og rótfesti

Mál og rótfesti

Til leiðslu- og starvsfólkaumboð av ymsum slagi.

Tá ABC fyri sálarliga heilsu skal setast í verk á arbeiðsplássinum má tað rótfestast breitt á arbeiðsplássinum hjá leiðslu og ymiskum umboðum sum t.d. HR-fólki, HTU-umboðum, trygdarumboðum, álitisfólki o.s.fr. Tað hevur alstóran týdning at leiðslan tekur undir við og stuðlar undir at ABC á arbeiðsplássinum verður sett í verk og rótfest. Endamálið við ABC á arbeiðsplássinum er at tað verður ein náttúrligur partur av gerandisdegnum, mentanini og ymiskum skipanum á arbeiðsplássinum.

Endamálið við hesi uppgávuni er at geva innleiðlsu í ABC fyri sálarliga heilsu og kunning um, hvørja ávirkan ABC kann hava á arbeiðsplássið, og skapa rúm fyri dialog um evnið.

Tíð: 30 minuttir

Mannagongd

  1. Far ígjøgnum framløguna “ABC á arbeiðsplássinum” og gerið uppgávurnar so hvørt, sum eru í framløguni.

  2. Eftir framløguna, prátið saman um og hugleiðið um egna arbeiðspláss:

    • Hvussu kann ABC fyri sálarliga heilsu verða eitt íkast til okkara arbeiðspláss?

    • Hvussu kunnu vit arbeiða við tí hjá okkum?

    • Hvørjum avbjóðingum kunnu vit møta?

    • Hvør skal hava høvuðsábyrgdina? Ein eldsál, HR-starvsfólk, leiðslan ella onkur annar?

    • Hvørja uppgávu hevur leiðslan?

    • Hvussu fáa vit tað rótfest og sum ein part av skipaða virkseminum í gerandisdegnum og ikki bert av og á?

  3. Býtið uppgávur og ábyrgd fyri framhaldandi arbeiðið við ABC fyri sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum.

Her eru nakrar uppgávur, sum tit kunnu arbeiða við, tá starvsfólk eru savnað.

Innleiðsla

Innleiðsla

Tá starvsfólk eru savnað.

Uppgávan snýr seg um, hvat ABC fyri sálarliga heilsu er, og hví tað er viðkomandi á arbeiðsplássinum.

Øll hava eina sálarliga heilsu, og sálarliga heilsustøðan hevur týdning fyri, hvussu vit trívast, samstarva og virka á arbeiðsplássinum.

ABC fyri sálarliga heilsu hevur tríggjar einfaldar boðskapir, ið hava til endamáls at styrkja sálarligu heilsuna hjá bæði okkum sjálvum og øðrum. Boðskapirnir eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Tíð: 30-40 minuttir

Mannagongd

  1. Far ígjøgnum framløguna “ABC á arbeiðsplássinum” og gerið uppgávurnar so hvørt, sum eru í framløguni. Enda framløguna við at vísa filmin “Ein gerandissøga_handverkari” ella “Ein gerandissøga_skrivstovufólk”.

  2. Bið síðani starvsfólkini fylla út skjalið “Gerandissøgan”, prátið saman í bólkum við 3-5 persónum um tað, ið tit hava skrivað og takið síðani samanum í felag. Takið notur frá tí, ið kemur fram, so støða kann takast til, um arbeiðast skal víðari við onkrum av tí, ið kemur fram. 

  3. Hugleiðið og prátið síðani í felag um:

    • Hvussu kann ABC fyri sálarliga heilsu geva íkast til okkara arbeiðspláss?

Hvat merkir ABC fyri sálarliga heilsu fyri meg á arbeiðsplássinum?

Hvat merkir ABC fyri sálarliga heilsu fyri meg á arbeiðsplássinum?

Tá starvsfólk eru savnað.

Uppgávan snýr seg um, at starvsfólkini hugleiða fyri seg sjálvi um boðskapirnar í ABC fyri sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum. Síðani práta tey saman í felag. 

Tíð: 30-40 minuttir

Mannagongd

Einstaklingauppgáva, 10 minuttir

Hugleið um hesar spurningarnar og skriva nøkur stikkorð:

  1. Hvussu eri eg virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga gjøgnum ein arbeiðsdag? Hvat kann eg gera meira ella minni?

  2. Hvat ger, at eg kenni meg sum ein part av felagsskapinum á arbeiðsplássinum, og hvussu gevi eg íkast til at onnur kenna seg sum part av felagsskapinum? Er tað nakað, ið eg kann gera meira ella minni?

  3. Hvat gevur arbeiðinum hjá mær meining, og hvussu haldi eg at mítt arbeiði hevur týdning fyri onnur og samfelagið?

Uppgáva í felag, 20-30 minuttir

  1. Tosið saman í bólkum um tykkara hugleiðingar frá einstaklingauppgávuni. Hvussu kunnu tit stuðla hvør øðrum at fylgja ABC-boðskapunum og styrkja arbeiðið við ABC fyri sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum?

  2. Hygg eftir “Hugskot til ABC á arbeiðsplássinum” og fá fleiri hugskot til smáar gerðir, ið kunnu muna á arbeiðsplássinum.

  3.  Takið síðani samanum í felag. Onkur tekur notur, so tit hava møguleika fyri at arbeiða víðari við tí seinni.

Okkara egna ABC

Okkara egna ABC

Tá starvsfólk eru savnað.

Hvat merkir ABC fyri okkum á okkara arbeiðsplássi – og hvussu gera vit ABC í praksis hjá okkum?

Tíð: 45-60 minuttir

Mannagongd

  1. Býtið tykkum sundur í bólkar við 3-5 fólkum í hvørjum bólki.

  2. Prátið í bólkunum um:

    • Hvat gera vit í praksis á okkara arbeiðsplássi, sum er gott ABC?

    • Hvat kunnu vit gera meira av?

    • Hvar og hvussu kunnu vit byrja longu í dag?

  3. Takið í felag samanum svarini frá øllum bólkunum. Semjist um, hvat skal vera við til at skapa tykkara egna ABC á tykkara arbeiðsplássi. 

  4. Skrivið avtalaðu økini niður á hesa plakatina “ABC á okkara arbeiðsplássi merkir, at vit” og heingið hana upp á einum sjónligum staði á arbeiðsplássinum, sum t.d. í kaffistovuni.

ABC-samrøðukort

ABC-samrøðukort

Tá starvsfólk eru savnað.

Endamálið við hesi uppgávuni er at seta gongd í prátið um ABC á arbeiðsplássinum. Uppgávan kann endurtakast til fleiri høvi, og longdin á uppgávuni er alt eftir, hvussu nógvar spurningar bólkarnir sleppa at gjøgnumganga. 

Tíð: 10-40 minuttir

Mannagongd

  1. Finnið kortspælið “ABC-samrøðukort” fram. Um tú ikki hevur eitt eintak, so set teg í samband við Heilsustýrið, og tú fært samrøðukortini til arbeiðsplássið.

  2. Býtið starvsfólkini í bólkar við 3-5 fólkum í hvørjum bólki.

  3. Být samrøðukort millum bólkarnar. Hvør bólkur skal hava fleiri kort, alt eftir, hvussu leingi tit gera uppgávuna.

  4. Bið starvsfólkini skiftast um at taka eitt kort og lesa spurningin upp fyri hinum í bólkinum. Hvør persónur í bólkinum fær upp í tveir minuttir at svara spurninginum. Tann, sum lesur upp, skal eisini svara. Skiftist um at lesa spurningarnar. Takið fleiri umfør við spurningum í bólkunum.

  5. Tosið síðani í bólkunum:

    • Hvussu var hatta?

    • Blivu tit meira tilvitað um okkurt?

  6. Takið síðani samanum í felag og tosið um: Hvat kom serliga fram í samrøðunum?

  7. Onkur tekur notur um tað, ið kom fram í samrøðunum, so tit hava møguleika fyri at arbeiða víðari við tí seinni.

Smáar gerðir muna: Kaffisteðgur

Smáar gerðir muna: Kaffisteðgur

Tá starvsfólk eru savnað.

Henda uppgávan leggur dent á, hvussu smáar gerðir kunnu muna á arbeiðsplássinum – um tær smáu gerðirnar, ið vit kunnu gera fyri hvørt annað, fyri at gera arbeiðsdagin betri hvørt hjá øðrum og fáa øll við í felagsskapin á arbeiðsplássinum. 

Tíð: 30 minuttir

Mannagongd

  1. Být starvsfólkini í bólkar við 3-5 fólkum í hvørjum bólki

  2. Hygg at filminum: “Smáar gerðir muna_kaffisteðgur”

  3. Hugleiðið síðani fyrst hvør sær í ein minutt og síðani í bólkunum um: 

    • Hvat løgdu tit merki til, tá tit hugdu at filmsbrotinum?

    • Hvussu halda tit, at høvuðspersónurin hevði tað henda dagin?

    • Hvussu halda tit, at hon hevði tað, tá starvsfelagarnir gingu framvið?

    • Hvat halda tit um tað, ið starvsfelagin gjørdi, og hvørja ávirkan hevði tað?

    • Í hvørjum støðum á arbeiðsplássinum kanst tú vera við til at fáa onnur við í felagsskapin og geva íkast til ein góðan felagsskap á arbeiðsplássinum?

    • Hvussu ert tú við til, at onnur fáa ein góðan dag á arbeiðsplássinum? Gev nøkur dømi.

  4. Takið samanum í felag. Onkur tekur notur, so tit hava møguleika fyri at arbeiða víðari við tí, ið kom fram, seinni. 

Smáar gerðir muna: Nýggjur á arbeiðsplássinum

Smáar gerðir muna: Nýggjur á arbeiðsplássinum

Tá starvsfólk eru savnað.

Endamálið við hesi uppgávuni er at skapa meira tilvit um, hvussu vit kunnu gera smáar gerðir, ið kann gera mun fyri onnur á arbeiðsplássinum

Tíð: 30 minuttir

Mannagongd

  1. Býtið starvsfólkini sundur í bólkar við 3-5 fólkum í hvørjum bólki

  2. Hygg at filminum “Nýggjur á arbeiðsplássinum”.

  3. Starvsfólkini hugleiða fyrst hvør sær í ein minutt um spurningarnar niðanfyri og síðani í bólkunum:

    • Hvørjar tankar setti filmurin í gongd hjá tær?

    • Hvørjar vóru avbjóðingarnar hjá nýggja starvsfólkinum í fyrstuni?

    • Hvat gjørdu starvsfelagarnir, sum hevði við sær, at høvuðspersónurin treivst betri?

    • Hvat gera vit á okkara arbeiðsplássi, fyri at øll skulu kenna seg sum part av arbeiðsplássinum?

    • Hvat annað kunnu vit gera?

  4. Takið síðani samanum í felag. Onkur tekur notur, so møguleiki er fyri at arbeiða víðari við onkrum av tí, ið kom fram.

Aðrar síður undir ABC á arbeiðsplássinum