ABC á arbeiðsplássinum
Tilfar
Her finnur tú alt tilfarið til ABC á arbeiðsplássinum savnað á einum staði. Tú finnur vegleiðing í, hvussu tilfarið kann verða brúkt her.
Tilfarið fevnir um framløgur, filmar, skjal og plakat at fylla út í sambandi við nakrar uppgávur og plakatina "ókeypis kompliment".
Framløgur
Framløgurnar snúgva seg um ABC fyri sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum, og endamálið er at brúka tær sum innleiðslu til ABC fyri sálarliga heilsu saman við ávísum uppgávum, sum tú leinki til omanfyri.
Filmar
Fýra filmar eru tøkir til arbeiðið við ABC á arbeiðsplássinum. Í ymisku uppgávunum verður víst á, hvussu filmarnir kunnu brúkast.
Smáar gerðir muna - skrivstova
Smáar gerðir muna - nýggjur á arbeiðsplássinum
Filmarnir um eina gerandissøgu, ið kann síggja út uppá ymiskar mátar, taka støði í høvuðspersónum, sum eru ávikavist skrivstovufólk og handverkari. Filmarnir kunnu brúkast í sambandi við, at tit hava framløgu um ABC fyri sálarliga heilsu. Til ber at velja tann filmin, ið hóskar best til tykkara arbeiðspláss.
Ein gerandissøga - skrivstova
Ein gerandissøga - handverkari
Samrøðukort

Samrøðukortini kunnu brúkast sum eitt amboð til at seta gongd í prátið um sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum. Nærri vegleiðing fæst undir punktinum "Samrøðukort" her.
Plakatir
- ABC á okkara arbeiðsplássi merkir, at vit...
Plakatin "ABC á okkara arbeiðsplássi merkir, at vit..." kann brúkast í sambandi við uppgávuna "Okkara egna ABC".
Plakatin "Ókeypis kompliment" kann heingjast upp á einum sjónligum staði á arbeiðsplássinum og kann brúkast sum amboð til at gera dagin hjá einum starvsfelaga eitt sindur betri. Klipp eitt kompliment av plakatini og gev onkrum tað.
Skjal at fylla út
Skjalið "Gerandissøgan" kann brúkast í sambandi við uppgávuna "Innleiðsla".
Aðrar síður undir ABC á arbeiðsplássinum