ABC á arbeiðsplássinum
Hugskot til smáar gerðir
Her eru nøkur hugskot til, hvussu tú við smáum gerðum í gerandisdegnum kanst vera ávikavist virkin, saman og hugbundin, og soleiðis vera við til at stuðla undir sálarligu heilsuna hjá tær og øðrum á tínum arbeiðsplássi.
Ver virkin
Fá sum mest burturúr steðginum. Situr tú nógv í arbeiðinum, kann tað vera gott at røra seg í steðginum við t.d. nøkrum smáum venjingum ella einum lítlum túri uttan fyri arbeiðsplássið. Um tú hevur kropsliga krevjandi arbeiði, er gott at brúka steðgin til at slappa eitt sindur av, strekkja út ella anda djúpt.
Gakk gjøgnum trappur heldur enn at brúka elevator, um møguligt.
Súkkla ella gakk til arbeiðis.
Ger lættar venjingar fyri nakka, herðar og rygg við skriviborðið ella í einum steðgi – gjarna saman við øðrum starvsfeløgum.
Hav nakrar fundir sum “walk and talk”, tá tað er møguligt.
Skipa fyri felags virksemisavbjóðingum ella tak lut í onkrum stuttligum átaki saman (t.d. spurnakapping ella ítróttatiltøk).
Tak heilt smáar steðgir fyri at regulera strongd eftir drúgvar fundir, ella tá tú hevur hugsavnað teg leingi.
Spyr um stuðul frá starvsfeløgum eftir eina torføra uppgávu ella støðu.
Spyr leiðsluna um hjálp til at raðfesta uppgávurnar, áðrenn tað verður ov nógv.
Hugsa um, hvat gevur tær orku í gerandisdegnum.
Tosa við leiðaran um, hvat motiverar teg, og hvat hevur týdning fyri teg, so tú upplivir arbeiðið sum jaligt virksemi í lívinum.
Gerið okkurt burturúr smáum sigrum, ella tá tit hava rokkið einum máli.
Ver saman
Smíl og heilsa uppá tey, ið tú møtir á arbeiðsplássinum og í steðginum.
Sig farvæl, tá tú fert til hús.
Bjóða øðrum við, tá tú hevur døgurðasteðg og vel evt. samrøðuevni, so øll kunnu vera við í prátinum.
Legg upp til smá sosial átøk viðhvørt sum t.d. eina óformella kapping ella okkurt, sum tit kunnu flenna at í gerandisdegnum.
Tak lut í ymiskum virksemi, ið verður skipað fyri á arbeiðsplássinum.
Gev javnan øðrum starvsfeløgum jaligar afturmeldingar.
Tak stig til at loysa ósemjur tíðliga og gev rúm fyri ósemjum, uttan at tær gerast persónligar.
Bygg víðari uppá og stuðla undir hugskot hjá øðrum, heldur enn at kappast.
Sig frá, tá okkurt ikki kennist inkluderandi.
Takka øðrum, tá tey tora at siga frá ella bjóða av.
Virð sjónarmiðini hjá øðrum, ver forvitin og set opnar spurningar.
Bjóða teimum, ið ikki siga so nógv, upp í samrøðuna.
Spyr starvsfelagan, hvussu gongur hjá honum/henni við ávísari uppgávu.
Tosið saman í toyminum/eindini/deildini/arbeiðsplássinum um, hvussu tit kunnu varðveita og styrkja felagsskapin á arbeiðsplássinum.
Tosið saman í krevjandi tíðarskeiðum, ella tá tú ella onnur stúra um eitthvørt. Tosið um, hvat tit kunnu gera fyri at styrkja fakliga og sosiala stuðulin frá leiðslu og starvsfeløgum.
Fá nýggj starvsfólk við í samrøður og uppgávur og greið teimum frá innanhýsis tilvísingum og fakmáli.
Tillaga samskiftið eftir ymiskum tørvi, sum t.d. mál, ferð og samskiftishátti.
Um tú arbeiðir nógv einsamøll/-mallur, kanna. um tað eru netverk ella felags skrivstovupláss, har tú av og á kanst fáa sosialt samband og stuðul frá øðrum.
Ver hugbundin
Gev øðrum viðurkenning fyri teirra íkast – eisini tá onnur hoyra.
Ger onkra góða gerð fyri at gleða ein starvsfelaga ella leiðaran hjá tær.
Gev títt íkast til, at onnur kunnu eydnast við sínum uppgávum.
Deil góðar søgur og úrslit, sum kunnu skapa stoltleika um arbeiðið.
Tak lut á einum skeiði ella skapa møguleika fyri fakligari menning.
Royn og set arbeiðsuppgávurnar í samband við eitt størri endamál og samfelagsliga leiklutin hjá arbeiðsplássinum.
Greiðið hvørjum øðrum frá, hví arbeiðsuppgávan er týdningarmikil, og hvussu tað ber til at geva íkast til heildina.
Spyr “hví?” áðrenn stórar avgerðir og broytingar.
Tak samrøðuna, um tú hevur tørv á at broyta arbeiðsuppgávur ella mannagongdir.
Knýt raðfestingar at virði og ikki bert eftir, hvat hevur skund.
Ber fram málini hjá tínum toymi og ikki bert tíni egnu mál.
Deil tína vitan, so hon gagnar felagsskapinum.
Byrja nýggjar uppgávur við málum og árinum, ið tit vóna at røkka.
Slepp undan skjótum loysnum, ið kunnu skapa trupulleikar seinni.
Royn og ger arbeiðið liðugt, ið tú ert í ferð við og bið um hjálp, um tú hevur tørv á tí fyri at gera uppgávuna lidna.
Aðrar síður undir ABC á arbeiðsplássinum