Sálarlig heilsa
ABC á arbeiðsplássinum
Arbeiðspláss eru ein týdningarmikil pallur til at fremja sálarligu heilsuna, tí flestu vaksin brúka meginpartin av gerandisdegnum á arbeiðsplássinum og arbeiðsplássið er ein av størstu “felags” pallum fyri vaksin millum 18-67 ár.
“ABC á arbeiðsplássum” inniheldur amboð og ymiskt tilfar, ið tú sum leiðari ella starvsfólk á einum arbeiðsplássi kanst brúka, um tú ynskir at leggja dent á trivnað og at styrkja sálarligu heilsuna á arbeiðsplássinum. Tilfarið gevur íkast til at skapa tilvit, vitan og hjálp til at brúka boðskapirnir í ABC fyri sálarliga heilsu í verki á arbeiðsplássinum.
Tilfarið kann brúkast í sambandi við eina skipaða arbeiðsumhvørvistilgongd og sum einstakt virksemi av og á. Tú kanst brúka tilfarið, ið hóskar til tykkara arbeiðspláss. Tilfarið inniheldur m.a. ABC-framløgu, ABC-samrøðukort, filmar, ABC-kompliment plakat og enn meiri tilfar verður framleitt so hvørt og alment á hesi síðuni.
Viðmælt er at rótfesta ABC á arbeiðsplássinum, so tað verður partur av skipaða arbeiðinum, og at leiðslan stuðlar undir.
Tilfarið hevur til endamáls at gera tað einfalt og lætt at arbeiða við ABC fyri sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum, uttan at tað er neyðugt at hava umfatandi vitan um ABC fyri sálarliga heilsu ella sálarliga heilsufremjan frammanundan.
Hvat merkir tað at arbeiða við ABC fyri sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum?
Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu er: ver virkin, ver saman, ver hugbundin.
Á arbeiðsplássinum kunnu vit vera virkin bæði kropsliga, mentalt og sosialt. Fyri at starvsfólk upplivað arbeiði sum jaligt virksemi í lívinum (ver virkin), eru tað nógv viðurskifti, ið hava týdning. Talan kann vera um at hava kenslu av at hoyra til (ver saman) og uppliva meining í arbeiðinum (ver hugbundin).
ABC-virksemi á arbeiðsplássinum:
Ver virkin
At vera á einum arbeiðsplássi merkir vanliga at tú ert kropsliga virkin í størri ella minni mun. Tú kanst vera kropsliga virkin til og frá arbeiði, ganga millum hæddir, hølir, millum fundir, lyfta, flyta o.s.fr. At vera kropsliga virkin er gott fyri sálarligu heilsuna.
At vera á einum arbeiðsplássi merkir eisini at tú ert sálarliga virkin. Tú kanst t.d. loysa uppgávur, finna loysnir, loysa trupulleikar, brúka skapandi evni, halda skil á ætlanum, fyrireika arbeiðið, menna okkurt nýtt, skriva tekstir ella fylgja eini ætlan fyri handaligt virksemi. At hugsavna seg og vera sálarliga virkin er gott fyri sálarligu heilsuna.
At vera á einum arbeiðsplássi merkir sum oftast, at tú hevur nakrar starvsfelagar og tískil eisini ert sosialt virkin tá tú t.d. samstarvar og samskiftir við onnur. At hava góð sambond við onnur á arbeiðsplássinum og eitt sosialt netverk er gott fyri sálarligu heilsuna.
Ver saman
Flestu fólk á arbeiðsmarknaðinum hava starvsfelagar. At vera til arbeiðis merkir tískil sum oftast at tú eisini ert partur av einum arbeiðsfelagsskapi. At hava gott samband við tínar starvsfelagar, eitt sosialt netverk og fáa stuðul frá sínum starvfeløgum hevur týdning fyri sálarligu heilsuna.
Gott sosialt samspæl á arbeiðsplássinum kann hava týdning fyri heilsuna, motivatiónina hjá starvsfólkum og nøgdsemi við starvi. Um tað er ein mentan á arbeiðsplássinum, ið leggur upp til at geva hvør øðrum jaligar afturmeldingar kann tað hava við sær, at starvsfólk upplivað at tey verða sædd og virðismett.
Ver hugbundin
At vera í starvi, merkir í flestu førum at tú gevur íkast til eitthvørt, ið hevur virði fyri t.d. arbeiðsplássið, starvsfelagar, sjúklingar, borgarar, brúkarar ella kundar og tað kann geva kenslu av meining. At vera í starvi merkir eisini at tú ert ein partur av nøkrum, ið heldur samfelagið í gongd, av eini mentan millum starvsfelagar, at tú hevur fakligan status, kanst forsyrgja tær sjálvum og hevur eitt sosialt netverk, ið gevur meining. At vera í starvi merkir í eisini í fleiri førum at tú lærir okkurt nýtt, mennir teg, fært nýggjar førleikar bæði formliga og óformliga og tað kann eisini geva kenslu av meining.
Fá hugskot til smáar gerðir í gerandisdegnum, ið kunnu muna, her.