Sálarlig heilsa
Sálarlig heilsa er ein støða av trivnaði, har tú kanst menna og royna tína evni, handfara avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, vera partur av sosialum sambondum og megnar at geva títt íkast til felagsskapin.

Sálarlig heilsa
Sálarliga heilsan er týðandi partur av samlaðu heilsuni, og smá stig í gerandisdegnum kunnu styrkja bæði sinn og lívsgóðsku.
ABC fyri sálarliga heilsu
Endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum føroyingar.
Einsemi
Flestu fólk uppliva einsemi onkuntíð í lívinum, men tá tú upplivir einsemi yvir eitt longri tíðarskeið, er einsemi ein vandatáttur fyri heilsuna
Sálarlig heilsa hjá føroyskum ungum
Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin, 10. oktober, gav Heilsustýrið nýggja frágreiðing út um sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungdómi.
Virkin januar 2026
Virkin januar hevur tríggjar álmanakkar við uppskotum, ið vísa á, hvussu tú kanst vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga í ein mánað og gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá tær og øðrum.