Koppseting

Smittufyribyrging

Um veturin er ofta kalt í veðrinum, og vit eru nógv innandura. Hesa tíðina økist smittan við árstíðartongdum sjúkum sum eitt nú influensa og COVID-19.

07. november 2024

Hesar sjúkurnar smitta gjøgnum smáar dropar frá hosta, njósan og líknandi. Smittan breiðir seg, um tú andar droparnar í teg ella fært teir á hendurnar og síðan nertur við eygu, nøs og munn.

Tú kanst fyribyrgja smittu við at fylgja hesum ráðunum:

  • Hosta og njós í einnýtis lummaturriklæði og bein tey burtur. Ella hosta og njós í ermuna, ikki í lógvarnar. Vaska tær væl um hendurnar ella sóttreinsa aftaná.

  • Hav gott handreinføri.

  • Ver heima, um tú ert sjúk/ur.

  • Lufta væl út heima og fá nakað av gjóstri.

  • Halt bústaðin reinan – serliga yvirflatar, sum nógv nerta við.