Barnakoppseting
Tá barnið ikki er koppsett
Manglar barninum eina ella fleiri av koppsetingunum í føroysku barnakoppsetingarætlanini? Um so er, eru nøkur viðurskifti, tú eigur at hava í huga, tí hesar sjúkur kunnu vera álvarsligar fyri barnið og fyri onnur.
Tá ið barnið hevur tørv á læknahjálp, skalt tú altíð siga heilsustarvsfólkunum frá, at barnið ikki er koppsett samsvarandi tilmælunum. Tey mugu vita hetta fyri at kunna veita røttu viðgerðina og fyri at forða fyri, at smitta breiðir seg.
Ver varin, tá tit ferðast
Sjúkur sum difteri og meslingar eru sjáldsamar í Føroyum, men tær finnast í øðrum londum.Tí er týdningarmikið at seta seg inn í, hvat tú eigur at gera, tá tú ferðast við børnum. Tú eigur eisini at kanna, hvussu tú kanst fáa læknahjálp, tá tú ert uttanlands
Summastaðni er størri vandi fyri at fáa smittusjúkur enn aðrastaðni, t.d. tá tú ferðast uttanlands ella arbeiðir á ávísum arbeiðsplássum.
Barnið eigur at vita, hvørjar sjúkur tað ikki er koppsett fyri, so sig barninum hetta.
Um barnið er sjúkt
Halt barnið heima, tá tað er sjúkt, og ver serliga varin, um tú hevur verið og ferðast í londum, har eitt nú meslingar ella onkur av hinum barnasjúkunum ganga. Ansa eftir ikki at breiða smittu. Summi børn kunnu ikki koppsetast orsakað av aðrari sjúku, t.d. immunverjubreki ella krabbameini.
Ókeypis koppsetingar
Barnið kann fáa flestu koppsetingarnar, sum tað manglar, ókeypis, til tað er 18 ára gamalt.
Børn og ung undir 18 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti kikhosta, difteri, stívkrampa og polio.
Børn og ung undir 18 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti meslingum, fárasjúku og reydlingum.
Børn undir 6 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti Hæmophilis influenzae typa b (Hib).
Børn undir 2 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti pneumokokksjúku.
Gentur og dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti humanum papillomavirusi (HPV).
Vent tær til kommunulæknan fyri at biðja um tíð ella hoyra nærri.
Gev gætur!
Skitið sár
Um barnið ikki er koppsett móti stívkrampa (tetanus) og fær eitt skitið sár ella verður bitið av einum djóri, eigur tú at leita tær læknahjálp beinanvegin. Stívkrampi er ein sera álvarslig sjúka, og tað er týdningarmikið, at barnið fær fyribyrgjandi viðgerð alt fyri eitt.
Er smábarnið komið í samband við ein persón við hosta?
Um barnið er yngri enn seks mánaðir og hevur verið í sambandi við ein persón við kikhosta, eigur tú at leita læknahjálp sama dag. Kikhosti smittar sera illa og kann vera sera álvarsligur fyri smábørn.
Ring fyrst, um barninum tørvar læknahjálp
Summar sjúkur smitta sera illa. Tí eigur tú altíð at ringja fyrst, áðrenn tú fert á sjúkrahús ella til kommunulækna við barninum. Starvsfólkini kunnu tá fyrireika seg fyri at minka um vandan fyri smittu til onnur fólk t.d. í bíðirúminum. Um barnið er álvarsliga sjúkt, skalt tú leita tær læknahjálp beinanvegin. Í neyðstøðu skalt tú ringja 112.
Aðrar síður undir Barnakoppseting