Barnakoppseting

Hugburðskanning um barnakoppseting

Sambært frágreiðing frá Landslæknanum um føroysku barnakoppsetingarætlanina er undirtøkan fyri barnakoppseting alsamt lækkandi. Umráðandi er at fáa vent hesi gongdini, tí koppseting er millum munadyggastu fyribyrgjandi átøk fyri fólkaheilsuna.

10. november 2025

Fyri at fáa møguligar ábendingar um, hví undirtøkan er lækkandi, gjørdi Heilsustýrið í apríl-mai 2025 eina kanning, sum hevði til endamáls at greina hugburðin hjá foreldrum í Føroyum til barnakoppseting. 

Hugburðskanningin

Gott 5.200 fólk, sum sambært Landsfólkayvirlitinum áttu børn undir 6 ár og vóru búsitandi í Føroyum, vórðu boðin at taka lut í spurnakanningini í Vanganum. 

Foreldur við fleiri børnum undir 6 ár fingu bert eina innbjóðing og vórðu biðin um at svara spurnakanningini út frá tí barninum, sum seinast hevði føðingardag. Hetta fyri at fáa eitt tilvildarligt býti av aldri á børnunum.

Greining

Tá spurnablaðið var svarað, komu dáturnar inn í eina trygga skipan hjá Heilsustýrinum og vórðu pseudonymiseraðar, soleiðis at allar greiningar av dátunum fóru fram anonymt. Atgongd til persónsdátur um navn, p-tal, aldur ella bústað var avmarkað til eitt starvsfólk í Heilsustýrinum. Allir luttakarar vórðu bólkaðir í øki, aldursbólkar, út frá sivilstøðu (gift, støk, í parlagi), eftir tjóðskapi og aldri á barni, áðrenn onnur starvsfólk í Heilsustýrinum fingu atgongd til dáturnar. Hagtalsgreiningin varð sostatt gjørd við anonymum dátum, og greiningin tók ikki støði í einstaklingum, men í samlaða luttakarahópinum. Upplýsingarnar úr spurnablaðnum vórðu bert brúktar til hagfrøðilig og vísindalig endamál, og úrslitini verða almannakunngjørd soleiðis, at einstaklingar ikki kunnu eyðmerkjast á nakran hátt.

Hugburðskanningin til barnakoppseting av egnum børnum er týdd úr donskum og er greinað eftir altjóða leisti [1],[2]. Kanningin er áður gjørd á enskum, fronskum, týskum, japonskum, donskum og nú føroyskum.

Vit kastaðu lut um ein góðan vinning fyri at takka luttakarunum fyri, at teir góvu sær stundir til at svara spurnablaðnum. Kanningar vísa, at luting av vinningi eggjar fólki at luttaka, og tørvur var á so nógvum svarum, sum til ber.

Frágreiðing

Eftir at kanningarúrslitini eru gjørd upp (okt. 2025), er ein frágreiðing nú tøk við nøkrum av úrslitunum frá kanningini:

Frágreiðing um hugburðskanning viðvíkjandi barnakoppseting.



[1] Santana, A. P., Søborg, B., Jacobsen, S. U., Zettler, I., & Böhm, R. (2025). Danish parents’ vaccination readiness is associated with their children’s officially registered vaccination history. Vaccine, 47. https://doi.org/10.1016/J.VACCINE.2024.126693

Aðrar síður undir Barnakoppseting