HPV-koppseting

Spurt og svarað um HPV

Niðanfyri verða nakrir vanligir spurningar um HPV og HPV-koppseting svaraðir.

 

Hvat er HPV?

HPV stendur fyri Humant Papillomavirus. Yvir 200 sløg av HPV eru til, og HPV-koppsetingin verjir móti níggju sløgum. Eingin viðgerð er fyri HPV-virus, men í flestu førum berjir kroppurin sjálvur smittuna niður. Hjá uml. 1 av 10 verður smittan tó verandi og kann elva til kyknubroytingar, sum kunnu elva til krabbamein í lívmóðurhálsinum, krabba í penis, krabba í innaru og ytru kynsgøgnunum hjá kvinnum, baktarmskrabba og krabba í varrum, munnholu ella svølgi. HPV kann eisini elva til kynsfinnur, sum eru vørtur á kynsgøgnunum, hjá báðum kynum.

Hvussu smittar HPV?

HPV smittar við húð-til-húð sambandi ella sambandi millum slímhinnur. HPV smittar við seksuellum sambandi. Hóast tað er skilagott at nýta hít, so veitir hít ikki fulla verju móti HPV, tí virusið kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini. 

Hvussu vanligt er HPV?

Mett verður, at upp til 8 av 10 kvinnum og monnum verða smittað við HPV. 

Ein stór norsk kanning varð gjørd, áðrenn farið varð undir at koppseta fyri HPV. Kanningin vísti, at 15-20 % av 17 ára gomlum gentum vóru smittaðar við HPV, og meira enn 45 % av 21 ára gomlum gentum vóru smittaðar (Molden et al., 2016). 

Hvat er HPV-koppseting?

Endamálið við koppsetingini er at fyribyrgja krabbameini.

HPV-koppseting er partur av barnakoppsetingarætlanini og er síðan 2019 tilmæld øllum børnum, gentum og dreingjum, tá tey eru 12 ár.  Koppsetingin verjir móti níggju sløgum av HPV, sum eru orsøk til 90 % av øllum tilburðum av lívmóðurhálskrabba. Harumframt verjir koppsetingin móti sløgum av HPV, sum eru orsøk til flestu tilburðir av krabbameini í varrum, munnholu, svølgi og baktarmskrabba hjá báðum kynum, krabba í penis hjá monnum og krabba í innaru og ytru kynsgøgnunum hjá kvinnum. HPV-koppseting fyribyrgir eisini 90 % av øllum tilburðum av kynsfinnum (kondylomum), sum eru vørtur á kynsgøgnunum.

Tvær sproytur verða givnar í armin til børn undir 15 ár, meðan børn, sum eru 15 ár ella eldri, hava tørv á trimum sproytum fyri at fáa fulla verju. HPV-koppseting munar best, um børnini verða koppsett, áðrenn tey gerast kynsliga virkin.Tí verður koppsetingin givin, tá børn eru 12 ár – væl áðrenn væntaða miðalaldurin fyri, nær tey gerast kynsliga virkin.

HPV-koppsetingin inniheldur protein, sum líkjast proteinum á yvirflatuni av ymiskum sløgum av HPV. Koppsetingin er ikki livandi, inniheldur ikki DNA, og kann ikki elva til HPV-smittu.

Er HPV-koppseting bæði til gentur og dreingir?

Ja, HPV-koppseting er ætlað bæði gentum og dreingjum og fyribyrgir krabbameini hjá báðum kynum.

Í Føroyum hava gentur fingið tilboð um ókeypis HPV-koppseting síðani 2009, og dreingir síðani 2019.

Hvørji hjáárin hevur HPV-koppsetingin?

Allur heilivágur hevur hjáárin við sær. Tað er eisini galdandi fyri koppseting. Flestu hjáárinini av HPV-koppsetingini eru vanlig og mild, og tey hæsa skjótt av.

Meira enn 1 av 10

Roði á húðini, tú verður hovin ella eym/-ur, har prikað er.

Upp til 1 av 10

Høvuðpína og fepur

Upp til 1 av 100

Onnur hjáárin m.a. pína í liðunum, skriði ella spýggja

Álvarslig hjáárin eru sjáldsom og kunnu til dømis vera ovurviðkvæmi og trupulleikar við andadráttinum. Álvarslig hjáárin henda stutt eftir koppsetingina, tá tey henda, og læknin dugir at viðgera tey. Tí verður tú biðin at sita í læknaviðtaluni í uml. 15 minuttir eftir, at tú ert koppsett/-ur.

Hjáárin eru væl kannað í fleiri stórum altjóða kanningum av gentum yvir nógv ár. Kanningarnar vísa, at koppsettar gentur ikki eru í størri vanda fyri álvarsligum fylgisjúkum samanborið við gentur, sum ikki eru koppsettar. Hjáárin hjá dreingjum eru eisini væl kannað og líkjast teimum, sum gentur kunnu fáa (Faksová et al., 2024; Feiring et al., 2017).

Les meira um hjáárin og innihald í koppsetingini her (innleggingarseðil á donskum).

Hvussu effektiv er HPV-koppseting?

Altjóða kanningar vísa, at HPV-koppseting gevur uml. 90% verju móti lívmóðurhálskrabba, um gentan verður koppsett, áðrenn hon er kynsliga virkin.

HPV er orsøk til flestu tilburðir av krabbameini í skeiðini (70 %), ytru kynsgøgnunum (50 %), baktarminum (90 %) og í varrum, munnholu og svølgi hjá kvinnum (70 %).

Umframt at verja móti meginpartinum av omanfyri nevndu tilburðum av krabbameini gevur HPV-koppseting uml. 90 % verju móti kynsfinnum, sum eru vortur á kynsgøgnunum hjá bæði kvinnum og monnum.

Av tí at gentur hava fingið tilboð um HPV-koppseting í longri tíð enn dreingir, er lættari at vísa á effektivitetin av koppsetingini hjá gentum. Kanningar vísa tó eisini góðan effektivitet av koppsetingini til dreingir.

Er HPV-koppsetingin trygg?

Ja. HPV-koppsetingin er væl kannað og verður brúkt í nógvum londum kring heimin.

Í Føroyum verða koppsetingar nýttar, sum Lægemiddelstyrelsen í Danmark, í samstarvi við evropeiska heilivágsstovnin, EMA og heilivágsmyndugleikar í hinum ES/EBS-londunum hava góðkent. Hesi fylgja trygdini á koppsetingunum. Gjøgnum altjóða samstørv, og við tað at nógvar milliónir fólk eru vorðin koppsett, hava vit nógva vitan um bæði trygd og effektivitet av koppsetingini.

Er neyðugt at koppseta, tá barnið ikki er seksuelt virkið?

Ja. Tað er umráðandi, at barnið verður koppsett, áðrenn tað møtir virusinum. Koppsetingin virkar best, um hon verður givin, áðrenn barnið gerst seksuelt virkið. 

Er tað ov seint at verða koppsettur, tá tú longu ert kynsliga virkin?

Best er at verða koppsett/-ur, áðrenn tú gerst kynsliga virkin, og áðrenn tú verður smittaður við HPV. Tó kunnu tey, sum longu eru kynsliga virkin eisini fáa gagn av at verða koppsett. Tað kemst av, at tú møguliga ikki ert smittað/-ur við júst teimum sløgunum av HPV, sum koppsetingin verjir fyri.

Hvørji sjúkueyðkenni eru við HPV?

Smitta við HPV merkist vanliga ikki, og hvørvur aloftast av sær sjálvum. Tó kann smittan gerast varandi hjá uml. 1 av 10 persónum, og smittan kann tá elva til kyknubroytingar og krabbamein.

Nøkur sløg av HPV elva til kynsfinnur (kondylom), sum eru flatir knubbar á kynsgøgnunum. HPV-koppsetingin verjir móti teimum sløgum, sum elva til yvir 90 % av tilburðunum av finnum á kynsgøgnunum. 

Hvør viðgerð er fyri HPV-smittu

HPV-smitta kann ikki viðgerast.

Hevur HPV elvt til kynsfinnur (vørtur á kynsgøgnunum), so kunnu hesar viðgerast við pensling og við at frysta ella etsa vørturnar. Krabbamein, sum stendst av HPV, ella kyknubroytingar, sum kunnu elva til krabbamein, verða viðgjørd ymiskt, og tað veldst um, hvat slag av krabbameini, talan er um. 

Hvussu leingi ert tú vard/-ur eftir koppseting?

Higartil vísa kanningar av teimum fyrstu gentunum, sum vórðu koppsettar, at tær hava fulla verju 13 ár eftir koppsetingina, og higartil sær verjan ikki út til at lækka. Ongar ábendingar eru um, at neyðugt er við endurkoppseting (boostara). Hetta verður tó væl granskað, og tíðin fer at vísa, hvussu leingi tú ert vard/-ur.

Er neyðugt við skreening fyri lívmóðurhálskrabba, tá tú ert koppsett fyri HPV?

Ja. Koppseting fyri HPV veitir 90 % verju móti lívmóðurhálskrabba, men onnur sløg av HPV, sum koppsetingin ikki verjir móti, kunnu eisini elva til lívmóðurhálskrabba. Tí verður tilmælt øllum kvinnum at taka av tilboðnum um skreening.

Í Føroyum fáa kvinnur tilboð um skreening fyri lívmóðurhálskrabba, tá tær eru 23 ár. Kanningin inniber, at kyknur verða tiknar frá lívmóðurhálsinum og kannaðar fyri kyknubroytingar.