Barnakoppseting
HPV-koppseting
HPV er eitt virus, sum er sera vanligt millum ung. Virusið smittar illa, og tú følir ikki, at tú ert smittað/-ur. HPV kann elva til ymisk sløg av krabbameini, bæði hjá kvinnum og monnum.
HPV-koppseting
Mælt verður til at gentur og dreingir verða koppsett móti HPV, tá tey fylla 12 ár.
Koppseting móti HPV er partur av barnakoppsetingarætlanini, og mælt verður til, at bæði gentur og dreingir verða koppsett móti HPV, tá tey fylla 12 ár. Øll børn millum 12 og 17 ár kunnu fáa koppsetingina ókeypis hjá sínum kommunulækna.
HPV stendur fyri Humant Papillomavirus, og fevnir um ein bólk við ymsum sløgum. HPV er ógvuliga vanligt, og mett verður, at upp til 8 av 10 verða smittað við HPV. Eingin viðgerð er fyri virusið, men í flestu førum berjir kroppurin sjálvur smittuna niður. Hjá uml. 1 av 10 verður smittan tó verandi og kann elva til kyknubroytingar, sum kunnu hava við sær krabbamein í lívmóðurhálsinum, í penis, í innaru og ytru kynsgøgnunum hjá kvinnum, baktarmskrabba og krabbamein í varrum, munnholu ella svølgi. HPV kann eisini elva til kynsfinnur, sum eru vørtur á kynsgøgnunum, hjá báðum kynum.
Tú kanst blíva smittað/-ur, sjálvt um tú brúkar hít, tí virusið kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini. Tí kann HPV eisini smitta millum hendur og kynsgøgn, og fleiri verða smittað við HPV, áðrenn tey hava havt samlegu fyrstu ferð.
Koppseting bæði til gentur og dreingir
HPV-koppseting er ætlað bæði gentum og dreingjum og fyribyrgir ymsum sløgum av krabbameini hjá báðum kynum.
HPV og krabbamein hjá kvinnum
Lívmóðurhálskrabbi er vanligasta krabbameinsslagið hjá kvinnum, sum stendst av HPV. Seinastu 10 árini hava 43 kvinnur fingið staðfest lívmóðurhálskrabba í Føroyum (2025). Av teimum vóru 20 yngri enn 45 ár. Harafturat hava 31 fingið staðfest undanstig til lívmóðurhálskrabba. Altjóða kanningar vísa, at HPV-koppseting gevur uml. 90% verju móti lívmóðurhálskrabba, um gentan verður koppsett, áðrenn hon er kynsliga virkin.
HPV elvir eisini til meginpartin av øllum tilburðum av krabbameini í skeiðini (70 %), ytru kynsgøgnunum (50 %), baktarminum (90 %) og í varrum/munnholu/svølgi hjá kvinnum (70 %).
Umframt at verja móti meginpartinum av omanfyri nevndu tilburðum av krabbameini gevur HPV-koppseting uml. 90 % verju móti kynsfinnum, sum eru vørtur á kynsgøgnunum.
HPV og krabbamein hjá monnum
Hjá monnum kann HPV elva til krabbamein í varrum, munnholu, svølgi, baktarminum og penis. Serliga er talið á tilburðum av krabba í varrum/munnholu/svølgi hjá monnum vaksið nógv seinastu árini í Norðurlondum, og ein vaksandi partur (uml. 60 %) av krabba í varrum/munnholu/svølgi standast orsakað av HPV-sløgum, sum eru fevnd av koppsetingini. Í grannalondunum er krabbi í varrum/munnholu/svølgi hjá monnum nú vanligari enn lívmóðurhálskrabbi hjá kvinnum.
Eisini í Føroyum síggja vit ein vøkstur í talinum av tilburðum av krabba í varrum/munnholu/svølgi hjá monnum. Seinastu 10 árini hava líka nógvir menn fingið krabba í varrum/munnholu/svølgi sum kvinnur hava fingið staðfest lívmóðurhálskrabba (2025).
HPV er orsøk til nærum allar tilburðir av baktarmskrabba og er orsøk til yvir helvtina av tilburðum av krabba í penis.
Umframt at verja móti teimum sløgum av HPV, sum elva til flestu omanfyri nevndu krabbameinstilburðir, gevur HPV-koppseting uml. 90 % verju móti kynsfinnum, sum eru vørtur á kynsgøgnunum.
Fødd/-ur í 2006 ella 2007?
Fram til 31. des. 2026 kunnu 18-20 ára gomul eisini fáa ókeypis HPV-koppseting. Hetta er eitt víðkað tilboð í avmarkað tíðarskeið.
Ofta spurdir spurningar um HPV
Nógvir spurningar kunnu stinga seg upp í sambandi við koppseting.
Her kanst tú lesa svarini til nakrar av vanligu spurningunum um HPV og HPV-koppsetinger.
Aðrar síður undir Barnakoppseting