Sól og sólverja
UV-vísital
UV-vísitalið er eitt mát fyri styrkina á UV-strálingini, sum kemur frá sólini. Tess hægri UV-vísitalið er, tess størri er vandin fyri, at húðin og eyguni verða skadd av sólini, og tess styttri tíð tekur tað, til skaði hendir.
15. juni 2026
UV-vísital er eitt hent amboð hjá fólki til at fáa greiðu á tørvinum at verja seg móti UV-strálingini frá sólini. Mælt verður til, at tú verjir teg móti sólini, tá UV-vísitalið er 3 ella hægri.
Les um, hvussu tú verjir teg móti sólini.
Heimsheilsustovnurin, WHO, bólkar virðini fyri UV-vísital soleiðis:
UV-vísital | Styrki | Vandi |
Undir 3 | Lág | Lítil vandi fyri sólskálding |
3-5 | Miðal | Miðal vandi fyri sólskálding |
6-7 | Høg | Stórur vandi fyri sólskálding |
8-10 | Sera høg | Sera stórur vandi fyri sólskálding |
Yvir 10 | Óvanliga høg | Óvanliga stórur vandi fyri sólskálding |

Í Føroyum er UV-strálingin sum heild lág til miðal. Ljósu summarmánaðirnar liggur UV-vísitalið mitt á degnum javnan á miðal stigi, sum er millum 3 og 5. UV-vísitalið í Føroyum røkkur vanliga í mesta lagi 6 í summarmánaðunum. (kelda: www.nomadseason.com)
Til ber at fylgja við UV-vísitalinum ymsa staðni í Føroyum á heimasíðuni ella appini hjá Veðurstovu Føroya. Kræftens Bekæmpelse hevur appina "UV-Indeks", sum eisini fevnir um Føroyar. Appin sendir tær eina ávaring, tá UV-vísitalið er høgt.
Aðrar síður undir Sól og sólverja