Sól og sólverja

UV-indeks

UV-indeks er eitt mát fyri styrkina á UV-strálingini, sum kemur frá sólini. Tess hægri UV-indeksið er, tess størri er vandin fyri, at húðin og eyguni verða skadd av sólini, og tess styttri tíð tekur tað, til skaði hendir.

13. mai 2025

UV-indeksið er eitt hent amboð hjá fólki til at fáa greiðu á tørvinum at verja seg móti UV-strálingini frá sólini. Mælt verður til, at tú verjir teg móti sólini, tá UV-indeksið er 3 ella hægri. 

Les um, hvussu tú verjir teg móti sólini.

Heimsheilsustovnurin, WHO, bólkar virðini fyri UV-indeks soleiðis:

 UV-indeks

 Styrki

 Vandi

 Undir 3

 Lág

 Lítil vandi fyri sólskálding

 3-5

 Miðal

 Miðal vandi fyri sólskálding

 6-7

 Høg

 Stórur vandi fyri sólskálding

 8-10

 Sera høg

 Sera stórur vandi fyri sólskálding

 Yvir 10

 Óvanliga høg

 Óvanliga stórur vandi fyri sólskálding

Í Føroyum er UV-strálingin sum heild lág til miðal. Ljósu summarmánaðirnar liggur UV-indeksið mitt á degnum javnan á miðal stigi, sum er millum 3 og 5. UV-indeksið í Føroyum røkkur vanliga í mesta lagi 6 í summarmánaðunum. (kelda: www.nomadseason.com

Til ber at fylgja við UV-indeksinum í ávísum økjum á ymsum appum, t.d. á appini, ”UV-Indeks” hjá Kræftens bekæmpelse. Appin sendir tær eisini eina ávaring, tá UV-indeksið er høgt. Tú sært eisini UV-indeksið fyri øki í Føroyum eitt nú á heimasíðuni hjá Danmarks Meteorologiske Institut www.dmi.dk.

Aðrar síður undir Sól og sólverja