Sól og sólverja
Solarium
08. mai 2025
Heilsustýrið mælir frá at brúka solarium. Solarium sendir eftirgjørda (kunstiga) UV-stráling, og tá tú brúkar solarium, økist vandin fyri móðurmerkjakrabba og húðkrabba munandi, og tú kanst fáa varandi skaðar í eyguni og húðina. Harumframt eldist húðin skjótari. Vandin økist, tess yngri tú ert, tá tú byrjar at brúka solarium. Tess oftari tú brúkar solarium, tess størri er vandin eisini.
Í Føroyum varð 18 ára aldursmark fyri at brúka solarium ásett í lóg í 2015. Royndir uttanlands vísa, at lóggáva ávirkar nýtsluna av solarium hjá ungum. Tí er 18 ára aldursmark ásett í flestu londum í Vesturevropa fyri at minka um vandan fyri at fáa krabbamein, Danmark er tó undantikið.
Lógin ásetir eisini, at støð, sum selja solariumsól til kosmetiskt endamál skulu hava skelti, sum kunna um vandar við at nýta solariumsól og um aldursmarkið. Skeltini skulu hanga á sjónligum støðum.
Heilsuvandi í sambandi við nýtslu av solarium
Tá tú brúkar solarium økist vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabba við 20 %. Brúkar tú solarium, áðrenn tú verður 35 ár, er vandin øktur við 59 %. Nýtsla av solarium økir eisini vandan fyri at fáa annan húðkrabba.
Greitt samband er millum nøgdina av stráling frá solarium og vandan fyri krabba í húðini. Brúkar tú t.d. solarium meira enn eina ferð um mánaðin í eitt áramál økist vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabba 2-3 ferðir. Tað vísir ein svensk-norsk kanning, sum hevur fylgt 100.000 kvinnum millum 20 og 29 ár.
Útvið helvtin av teimum, sum brúka solarium, fáa roða, skriða ella turra húð. Stráling frá solarium kann viðhvørt elva til ella herða sóleksem. Í longdini eldist húðin eisini skjótari enn vanligt. UV-stráling frá solarium er eisini atvold til broytingar í immunverjuni í húðini, sum hevur týdning fyri økta vandan fyri krabba í húðini. (Kelda: Sundhedsstyrelsen)
Í Føroyum liggur UV-indeksið ein góðan summardag vanliga á miðal stigi, tvs. millum 3 og 5, mitt á degnum. Til samanberingar kann UV-strálingin frá einum solariumi liggja á einum stigi, sum svarar til eitt UV-indeks uppá 12. (Kelda: Kræftens Bekæmpelse)
Far ongantíð í solarium, um tú...
ert undir 18 ár
ert skáldað/ur, tá tú vart barn
ella næsta familjan hevur havt húðkrabba
tekur heilivág, sum ger húðina ljósviðkvæma
hevur ljósa ella frøknuta húð
lætt ella ofta skáldar teg av sólini
longu ert skáldað/ur
hevur nógv móðurmerki ella mislittar blettir á húðini.
Um tú kortini umhugsar at fara í solarium, tak so fyrivarni
Far bert í solarium, um tú sjáldan ella ongantíð skáldar teg av sólini
Brúka verndarbrillur og vejr arr, tatoveringar, kynsgøgn og onnur viðkvom øki á húðini
Far ongantíð dupultan túr í solarium
Brúka ikki sminku ella kropskrem, sum kunnu styrkja virknaðin av solarium
Sóla tær ikki uttandura sama dag, sum tú fert í solarium
Set teg í samband við lækna, um tú ivast um heilivágsnýtslu, tá tú tekur sól. Nøkur sløg av heilivági gera húðina ljósviðkvæma.
Set teg eisini í samband við lækna, um eitt móðurmerki broytist ella fer at skriða, ella um tú varnast aðrar óvanligar broytingar við húðini.
Kelda: Sundhedsstyrelsen
Aðrar síður undir Sól og sólverja