Heilsugott lív
Sól og sólverja
Tað er gott at vera úti, tá sólin skínur, og tað ger, at húðin framleiðir D-vitamin. Neyðugt er tó at ansa sær og njóta sólina við skili, tí ávísir heilsutrupulleikar kunnu standast av at vera í beinleiðis sólskini, eitt nú sólskálding, húðkrabbi ella grástar umframt ávirkan á immunverjuna.
08. mai 2025
|
Sól,
Sólverja
Góðir vanar í sólini minka um vandan fyri at skálda seg og fyri at fáa húðkrabba seinni í lívinum. Tess oftari tú fært stórar nøgdir av UV-strálum frá sólini ella solarium, tess størri er vandin fyri at fáa húðkrabba. UV-stráling er orsøk til uml. 90 % av tilburðunum av móðurmerkjakrabba og vanligum húðkrabba. Tí er umráðandi at verja seg móti sólini.
Heilsustýrið mælir til, at tú verjir teg móti sólini, tá UV-indeksið er 3 ella hægri. Í Føroyum er tað vanliga millum kl. 12 og 15 í summarhálvuni. UV-indeksið er eitt mát fyri styrkina á UV-strálingini frá sólini.
Les meira um UV-indeks.
Sólráð
1. Skuggi
Tú sleppur undan stórum parti av sterku UV-strálingini, um tú leitar tær skugga, tá sólin er sterkast millum kl. 12 og 15.
2. Klæðir
Verj húðina við klæðum og sólhatti.
3. Sólkrem
Brúka sólkrem við í minsta lagi faktor 30.
Fylgir tú hesum ráðunum, kanst tú minka um UV-strálingina, tú ert fyri, sleppa undan at skálda teg og fyribyrgja krabba í húðini. Les nærri um einstøku ráðini niðanfyri.
Skuggi
Besta sólverjan hjá húðini er skuggi. Leita tær skugga millum kl. 12 og 15, tá sólin er sterkast, og UV-indeksið er 3 ella hægri. Børn undir 1 ár eiga als ikki at vera í beinleiðis sólarljósi.
Stórur partur av UV-strálingini rakar okkum óbeinleiðis. Gev tí gætur, at sandur, betong, gras, vatn og kavi kasta aftur (reflektera) strálurnar frá sólini. Sostatt kanst tú vera í UV-stráling, hóast tú ikki ert í beinleiðis sól.
Sjálvt ein skíggjaðan summardag í Føroyum sleppur ein partur av UV-strálingini ígjøgnum skíggini.
Ferðast tú suðureftir, ger so sum tey lokalu og halt siesta mitt á degnum. Gev gætur, at UV-indeksið er hægri enn í Føroyum.
Klæðir
Verj bera húð við klæðum. Brúka sólhatt við breiðum skugga, sum hylur høvd og oyru, og sum skuggar fyri andlit og nakka. Brúka sólbrillur. Ansa serliga væl eftir húðina hjá børnunum, tí hon er ógvuliga viðbrekin.
Mælt verður til, at børnini eru í klæðum, sum í minsta lagi røkka niður á knøini og albogarnar. Leys, tættvovin pløgg verja best og eru løtt at vera í, tá tað er heitt. Um serligur tørvur ger seg galdandi, ber til at keypa klæðir við innbygdari UV-verju (UV Protection Factor), sum er faktor 50 ella hægri.
Sólkrem
Tey støð á kroppinum, sum eru ber, eiga at verða smurd við sólkremi. Sólkrem verjir húðina við at avmarka, hvussu nógv UV-stráling sleppur at húðini. Hvussu væl sólkremið verjir húðina veldst um verjustigið, tvs. hvønn faktor (SPF) kremið hevur umframt nøgdina av kremi.
Mælt verður til at brúka sólkrem við í minsta lagi faktor 30, tá sólin er sterkast í Føroyum. Um tú ert í londum við sterkari sól, verður eisini mælt til altíð at brúka sólkrem við í minsta lagi faktor 30.
Brúka ríkiliga nøgd av sólkremi. Ein tummilsregla er at brúka ein fullan lógva til ein kropp.
Tú fært bestu verjuna, um tú smyrt teg við sólkremi tvær ferðir við 20 min. millumrúmi, áðrenn tú fert út í sólina. Hetta økir nøgdina av sólkremi og økir sannlíkindini fyri, at tú smyrt øll øki á kroppinum.
Vel sólkrem, sum...
hevur eitt verjustig, sum hóskar til júst tína húð (ljósari húð krevur hægri faktor)
verjir fyri bæði UVA- og UVB-stráling
ikki inniheldur evnið 4-MBC
gjarna tolir vatn. Smyr teg kortini aftur, eftir at tú hevur verið í vatni.
fylgir krøvunum hjá myndugleikunum hjá t.d. ES. Ver tí varin, tá tú keypir sólkrem aðrastaðni.
Brúka ikki solarium
Umframt sólráðini verður mælt frá at brúka solarium. Solarium kann á sama hátt sum nátúrliga sólin vera upphav til húðkrabba. Solarium er serliga vandamikið fyri børn og ung, tí húðin á teimum er meira viðbrekin.
Les meira um solarium.
Børn og sól
Tað er serliga umráðandi at verja børnini móti sólini, tí teirra húð er serliga viðkvom. Húðin á børnum megnar ikki at byggja upp somu pigmentverju sum húðin á vaksnum. Tí skulu børn vera í sterkari sól, so lítið sum til ber.
Tess fyrr barnið er úti fyri UV-stráling og sólskáldan, tess størri er vandin fyri húðkrabba. Børn, sum eru yngri enn 1 ár, skulu als ikki vera í beinleiðis sól. Halt tí yngstu børnini í skugganum. Minst eisini til eldru børnini, tí tey skulu eisini verða eggjað til og hava møguleika fyri at leita sær skugga.
Ein ella fleiri sólskáldanir í barndóminum kunnu elva til illkynjaðan húðkrabba á vaksnum aldri. Samlaða UVA- og UVB-strálingin, sum kroppurin hevur verið fyri gjøgnum lívið, hevur eisini ávirkan á, at húðkrabbi tekur seg upp.
D-vitamin
Tá UV-strálurnar frá sólini raka húðina, framleiðir kroppurin D-vitamin. Kroppinum tørvar D-vitamin fyri at kunna taka kálk og varðveita sterka beinagrind og vøddar alt lívið. D-vitamin fyribyrgir harumframt sjúku.
Matvørur so sum fiskur, kjøt, egg og mjólkarúrdráttir innihalda eisini D-vitamin – serliga feitur fiskur so sum sild, makrelur og laksur. Tað er tó trupult at fáa nóg mikið av D-vitaminum einans gjøgnum kostin.
Sólarljós er sostatt ein góð kelda til D-vitamin umframt. Hvussu nógv D-vitamin verður framleitt er knýtt at, hvussu sterk strálingin er, og hvussu leingi strálingin fer fram. Tíðin á degnum og árstíðin gera av styrkina á strálingini. Í summarhálvuni er sólarljósið í Føroyum so sterkt, at nøgdin er D-vitamini er nøktað eftir lítlari løtu mitt á degnum, tvs millum kl. 12 og 15. Aðrar tíðir á degnum skal eitt sindur meira til.
Í vetrarhálvuni er sólarljósið í Føroyum ikki nóg sterkt til, at D-vitamin verður framleitt í húðini. Tí sveiggjar innihaldið av D-vitamini í blóðinum alt eftir árstíðini og er lægri um veturin enn um summarið.