Heilsugott lív

Rúsevni

Rúsevni kunnu hava álvarsligar avleiðingar - eisini tá tey verða roynd til stuttleika av forvitni.

Tey flestu royna kanska rúsevni eina ella fáar ferðir, men hjá summum kann nýtslan gerast ein trupulleiki og leiða til bundinskap ella misnýtslu. Rúsevnisnýtsla kann hava álvarsligar persónligar, heilsuligar og sosialar avleiðingar, bæði fyri einstaklingin og næstringarnar. Eisini kostar tað samfelagnum nógv at veita rúsviðgerð og at basa kriminellum virksemi, sum er knýtt at rúsevnum.

Øll rúsevnisnýtsla er knýtt at ávísum vanda. Rúsevni kunnu elva til bæði kropsligar og sálarligar reaktiónir so sum spýggju og panikkangist. Dømievni, reaktiónsevni og rørslur ávirkast eisini av rúsevnum og kann hetta hava við sær óhapp. Rúsevni kunnu elva til álvarsliga eitran og í ringasta føri deyða.

Tað kann vera trupult at vita frammanundan, hvussu kroppurin ella sinnið reagera av rúsevnunum. Hetta er serliga galdandi hjá ungfólki. Heilin í børnum og ungum er nevniliga serliga viðkvæmur fyri skaðiligu ávirkanini av rúsevnum.

Heilsustýrið arbeiðir fyri at fyribyrgja og minka um rúsevnismisnýtslu í Føroyum og fylgir landsins ætlanum á økinum. Heilsustýrið tekur eisini undir við tilmælunum um fyribyrging, viðgerð, eftirlit og gransking, sum eru lýst í frágreiðing hjá arbeiðsbólki undir Landsstýrinum frá 2022, Heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028, sum kann lesast her

Rúsevni í Føroyum

Torført er at lýsa vavið á rúsevnisnýtslu í Føroyum. Keyp, søla og nýtsla av rúsevnum eru ólóglig, og tí fer alt tílíkt virksemi fram í loyndum. Vit vita sostatt ikki, hvussu nógv verður innflutt av ymsu sløgunum av rúsevnum, hvør nýtslan er, ella hvussu nógv fólk nýta rúsevni. Løgreglan og tollvaldið hava hagtøl, sum lýsa slag og nøgd av rúsevnum, sum hald verður lagt á. Hóast tølini ikki vísa allan sannleikan, geva tey kortini ábendingar um øktan innflutning og sannlíkt eisini økta nýtslu.

Hagtøl hjá Føroya Politi fyri sløg og nøgdir av rúsevnum, sum hald er lagt á í tíðarskeiðnum 2010-2024. 

Avvarðandi mynduleikar og stovnar vísa á, at nógv rúsevni eru í Føroyum og at rúsevnismisnýtsla er ein stór avbjóðing. Ein kanning, sum varð gjørd millum miðnámsskúlanæmingar í Føroyum í 2021, vísti, at 26 % av næmingunum søgdu seg hava roynt rúsevni, meðan meira enn helvtin hevur fingið bjóðað rúsevni. Flestu næmingarnir kendu onkran, sum regluliga nýtti rúsevni.[1]

Alt bendir á, at rúsevni eru ein vaksandi avbjóðing í Føroyum. Tað merkir, at tørvur er á fyribyrging og at fáa hjálp til teirra, sum hava trupulleikar.

Frá nýtslu til misnýtslu

Skiftið frá nýtslu til misnýtslu hendir ofta í stigum og kann vera trupult at varnast, bæði hjá (mis)nýtaranum sjálvum og hjá teimum, sum eru rundanum. Misnýtsla verður vanliga mett út frá, hvørja ávirkan nýtslan hevur á gerandisdagin, eitt nú um nýtslan ávirkar skúla, arbeiði, familjulív, heilsuna ella hevur við sær sálarligar trupulleikar.

Mørkini millum eksperimenterandi nýtslu, regluliga nýtslu og misnýtslu kunnu vera flótandi. Tí kann vera trupult at ásanna, nær nýtslan er vorðin ein trupulleiki.

Fyribyrging

Foreldur og onnur vaksin hava ein týðandi leiklut viðvíkjandi fyribyrging. Ein greiður hugburður hjá foreldrunum og áhugi fyri gerandisdegnum hjá børnunum ger mun. Ungfólk, sum brúka rúsevni, halda sjáldan, at nýtslan er ein trupulleiki. Hin vegin kunnu tey kenna tað, sum um rúsevnini hjálpa teimum við at handfara avbjóðingar í lívinum. Tí leita tey sær sjáldan ráðgeving ella viðgerð. Tískil er umráðandi at varnast tekin um misnýtslu hjá ungum, at tosa við tey og hjálpa teimum at finna hjálp, um tørvur er á tí.