Royking, tubbak & nikotin
Tilmæli um royking og nikotin
Heilsustýrið mælir til, at politisku myndugleikarnir seta átøk í verk fyri at fyribyrgja, at fleiri gerast bundin av tubbaks- og nikotinvørum
Heilsustýrið sendi á sumri 2024 Heilsumálaráðnum tilmæli um at seta í verk átøk, sum skulu tálma tubbaks- og nikotinnýtsluni hjá føroyingum. Mælt verður eitt nú til at regulera lógir á tubbaksøkinum og at víðka verandi allýsing av tubbaksvøru til at fevna um allar nikotinvørur, óansæð um talan er um nikotin útvunnið úr tubbaksplantuni, syntetiskt nikotin o.s.fr.
Les tilmælið hjá Heilsustýrinum til Heilsumálaráðið.
Yvirskipaðu tilmælini hjá Heilsustýrinum eru:
Avmarka atkomu
Minni freistandi vørur
Betri merking
Royk- og nikotinfrí umhvørvi
Les meira um einstøku tilmælini niðanfyri.
Avmarka atkomu Avgjøld, ið elva til eina týðiliga prísøking, er mest virkna átakið ímóti, at børn og ung byrja at nýta tubbaks- og nikotinvøru. Søla av tubbaks- og nikotinvørum skal bert vera loyvd á útvaldum støðum. Meira fígging og heimildir til eftirlit við sølustøðum. Bøtur, ið byrja á 50.000 kr fyri sølustøð, ið bróta lógina. Minni freistandi vørur Forboð ímóti smakki- og angaevnum í øllum tubbaks- og nikotinvørum. Hámark fyri nikotininnihaldi og íblandingsevnum í tubbaks- og nikotinvørum. Krav um neutralar pakkar. Forboð ímóti marknaðarføring av tubbaks- og nikotinvørum, eisini óbeinleiðis marknaðarføring á sølustøðum og sosialum miðlum. Betri merking Krav um greiða innihaldsskrá á pakkum við tubbaks- og nikotinvørum, harímillum greiða lýsing av nikotininnihaldinum. Krav um viðkomandi ávaringartekst, ið skal lúka ávís krøv á øllum tubbaks- og nikotinvørum. Royk- og nikotinfrítt umhvørvi Fleiri royk-, nikotin- og dampfrí umhvørvi, serliga almenn støð, har børn og ung eru. Skúlar skulu vera royk- og nikotinfrí umhvørvi. Fígging til tilboð til teirra, ið vilja gerast royk- og nikotinfrí.
Aðrar síður undir Royking, tubbak & nikotin