Royking, tubbak & nikotin

Tak niður Legg av-appina á telefonina

Vegleiðing um, hvussu tú tekur Legg av-appina niður á telefonina.

Vegleiðing til iPhone

Far inn á www.leggav.fo. Trýst á teknið, sum myndin niðanfyri vísir, mitt í niðast á skíggjanum.

Vel "Føj til hjemmeskærm".

Vel "Tilføj".

Vel myndina av appini, sum nú liggur á telefonini.

Skráset teg sum brúkara við at fylla út teigarnar. Set tvey flugubein niðast og vel "Vátta".

Loyv appini at senda tær boð við at trýsta á "Tillad". 

Bestu eydnu við at leggja av!

 

Vegleiðing til Android

Far inn á www.leggav.fo. Vel "Tak Legg av niður sum app."

Vel "Installér".

Far út av browsaranum og finn ikonið fyri "Legg av" á telefonini.

Skráset teg sum brúkara við at fylla út teigarnar. Set tvey flugubein niðast og vel "Vátta".

Loyv appini at senda tær boð við at trýsta á "Tillad". 

Bestu eydnu við at leggja av!