Royking, tubbak & nikotin

Royking og ávirkan á heilsuna

Royking er tann einstaki tátturin, sum hevur størstu negativu ávirkanina á heilsuna hjá fólki í Føroyum. Royking økir nevniliga vandan fyri at doyggja tíðliga og fyri fáa eina røð av sjúkum.

01. mai 2025

|

Royking

Royking er fremsta orsøkin, sum til ber at fyribyrgja, til miss av góðum liviárum. Hetta kemst av, at roykjarar hava verri heilsu, eru meira bundnir at hjálp í sínum síðstu liviárum, oftari fáa fyritíðarpensjón og sum heild hava verri sjálvmetta heilsu. 

Royking hevur sostatt við sær stórar útreiðslur fyri samfelagið til viðgerð og røkt. Harumframt elvir royking eisini til framleiðslumiss orsakað av øktari sjúkrafráveru, fleiri fyritíðarpensjónistum og deyða.

Royking og sjúka

Vandin fyri at fáa eina sjúku, sum er tongd at royking, økist, tess meira tú roykir, um tú byrjar at roykja á ungum árum, tess fleiri ár tú hevur roykt og tess seinni tú gevst at roykja. Tá tú gevst at roykja, hevur tað við sær fyrimunir fyri heilsuna, eisini hóast tú gevst eftir at hava roykt í nógv ár.

Roykjarar og fólk, ið áður hava roykt, eru í upp til tjúgu ferðir størri vanda fyri at fáa lungnakrabba, samanborið við fólk, sum ongantíð hava roykt. Vandin minkar, um tú gevst at roykja. Royking er eisini fremsti vandatátturin fyri krabba í barkakýlinum (84 %), eins og 20-50 % av øllum tilburðum av krabba í munnholuni, í vælindinum, maganum, brisinum og bløðruni standast av tubbaksroyking.

Royking er fremsti vandatátturin fyri at fáa KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka).

Royking økir um vandan fyri hjartaæðrasjúku, eitt nú æðrakálking, heilabløðing og blóðtøppum, og er atvold til fjórða hvønn hjartaæðratilburð. Harumframt økist vandin fyri hjartasjúku við 20-30 prosentum, um tú ert í umhvørvi við tubbaksdálkaðari luft.

Royking økir vandan fyri typu 2-diabetes – eisini um justerað verður fyri útbúgvingarstigi, kropsligari rørslu, rúsdrekkanýtslu og kosti. Vandin fyri diabetes økist við øktari tubbaksnýtslu.

Um tú roykir, meðan tú ert við barn, økist vandin fyri lágari burðarvekt, at barnið verður føtt ov tíðliga og fosturdeyða. Eisini økist vandin fyri, at barnið fær títtari infektiónir í andaleiðini, astma og fleiri innleggingar á sjúkrahús. Vandin fyri typu 2-diabetes, fiti, høgum blóðtrýsti, sálarligari sjúku osfr. seinni í lívinum økist eisini.

Um tú ert í umhvørvi við tubbaksdálkaðari luft, økist vandin fyri at fáa fleiri sløg av krabba, hjartaæðrasjúku, astma og infektiónir í andaleiðina. Børn eru serliga viðbrekin fyri royki í umhvørvinum.

Fólk við ávísum kroniskum sjúkum, børn, ung, kvinnur, ið eru við barn ella geva bróst, eru serliga viðkvom fyri heilsuligum avleiðingum av royking.

Kelda: Týtt og tillagað frá Sundhedsstyrelsen: Forebyggelsespakke Tobak

Aðrar síður undir Royking, tubbak & nikotin