Royking, tubbak & nikotin

Nikotin- og tubbaksvørur

Marknaðurin við nikotinvørum broytist alla tíðina, og nýggjar vørur leggjast javnan afturat. Nógvar av vørunum eru sniðgivnar og umrøddar soleiðis, at tær tala til børn og ung, men vørurnar eru sera skaðiligar, og tær eru als ikki egnaðar til børn og ung. Niðanfyri kanst tú lesa um vanligastu nikotinvørurnar.

Sigarettir

Sigarettir eru í løtuni tann nikotinvøran, sum verður mest brúkt. Sigarettir innihalda bæði tubbak og nikotin, umframt tjøru og onnur útílatingarevni. Tá tú roykir sigarettina, koma evnini við roykinum niður í lunguni og út í luftina rundan um teg. Roykurin frá sigarettum inniheldur oman fyri 7000 evni, harav uml. 70 eru krabbameinselvandi. Í nøkrum evropeiskum londum er ikki loyvt at lata smakk út í sigarettirnar, tí eru sigarettir við t.d. mentolsmakki ólógligar.

E-sigarettir

E-sigarettir verða ofta róptar vapes ella puff bars millum tey ungu. Nógv ymisk sløg og skap eru av e-sigarettum. Felags fyri øll er, at tey innihalda vætu við útílatingarevnum, nikotin og ymsar serliga søtar smakkir. E-sigarettin er elektronisk og verður hitað, so dampurin verður andaður inn. Einki tubbak er í e-sigarettum, og tær finnast bæði við og uttan nikotin. E-sigarettir eru at fáa sum antin einnýtisvørur (puff bars) og sum íløt, ið tú kanst fylla uppaftur við vætu.

Í fleiri evropeiskum londum er ikki loyvt at lata smakk í vætuna, og í nøkrum londum er bert loyvt at lata mint- ella mentolsmakk í vætuna. Avmarkingar eru eisini fyri, hvussu nógv nikotin er loyvt í vætuni. Ongar tílíkar avmarkingar eru í Føroyum, hvørki viðvíkjandi smakki ella nikotininnihaldi. Í Føroyum er tó ólógligt at selja sjálvar e-sigarettirnar og vætuna. Loyvt er at innflyta hesar vørur, men bert til egna nýtslu.

Nikotinposar (ofta rópt snús)

Nikotinposar eru roykfríar nikotinvørur, sum verða seldar í dósum við smáum portiónsposum. Nikotinposar hava nikotin í sær, men einki tubbak. Smáu posarnir verða lagdir undir vørrina, og síðani verður nikotinið upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum og haðani skjótt til heila og kropp.

Í fleiri evropeiskum londum (í Danmark frá 2026) er bannað at selja nikotinposar við smakki, og avmarkingar eru fyri nøgdini av nikotini í posunum. Í Føroyum er loyvt at selja tílíkar nikotinposar, og eingin avmarking er fyri nikotininnihaldi í posunum.

Snús og tyggitubbak

Snús og tyggitubbak (skrá) eru roykfríar tubbaksvørur við nikotini. Snús er pakkað í dósir við smáum portiónsposum, sum verða lagdir undir vørrina, síðani verður nikotinið upptikið gjøgnum slímhinnuna í munninum. Tyggitubbak er tubbak, sum er skorið grovari enn snús, og tað fæst bæði í posum og í ”reinum” formi. Tyggitubbak skal tyggjast, áðrenn tað verður upptikið.

Tað er ólógligt at selja snús í øllum ES-londum uttan í Svøríki. Hinvegin er lógligt at selja tyggitubbak. Í Føroyum er loyvt at selja bæði snús og tyggitubbak.