Royking, tubbak & nikotin
Nikotin og ítróttur
Tá ið tú brúkar snús, nikotinposar og aðrar roykfríar nikotinvørur, hevur tað negativa ávirkan á ítróttaavrik, restitutión og heilsu.
Mong fata snús, nikotinposar og aðrar roykfríar nikotinvørur sum meinaleys alternativ til royking. Tey halda, at nikotinvørurnar kunnu betra avrikið og hjálpa við at handfara strongd. Men kanningar vísa, at nýtsla av roykfríum nikotini hevur skaðiliga ávirkan á bæði kognitiv og kropslig avrik.
Summi fáa kensluna av, at tey klára betur at hugsavna seg, tá tey brúka nikotin. Gransking vísir, at henda ávirkanin einamest sæst hjá persónum, sum longu eru bundnir at nikotini, og at talan tí er um linnan av abstinensum. Hóast prógvað er, at nikotin ávirkar autonoma nervalagið, eru samlaðu avleiðingarnar fyri avrik, restitutión og heilsu innan ítrótt negativar.
5 orsøkir til at droppa nikotin
Sum ítróttafólk eigur tú at hugsa teg serliga væl um, áðrenn tú velur at brúka snús, nikotinposar o.l. Her eru fimm góðar orsøkir til, at ítróttur og nikotin ikki hóska saman.
1. Nikotin betrar ikki títt ítróttaavrik, men kann í veruleikanum gera, at tínir kropsligu førleikar vikna, samstundis sum tú fært verri við at hugsavna teg.
2. Nikotin ávirkar hjartað. Hækkað blóðtrýst og pulsur kunnu ovbyrja blóðrenslið, og tað er ikki hóskandi, um tú skalt avrika væl.
3. Bundinskapur kemur skjótari, enn tú heldur. Nikotin ávirkar dopaminsentrið í heilanum, og tú ert skjótt í vanda fyri at gerast bundin at nikotininum.
4. Tá tú brúkar nikotin, ávirkar tað tíni evni at restituera. Nikotin kann órógva svøvnin og endurløðingina hjá kroppinum, og tað ávirkar avrikið bæði í venjing og í kapping.
5. Tú setir heilsuna í váða. Snús og nikotinposar kunnu skaða tannhaldið, økja vandan fyri angist og tunglyndi og møguliga elva til stoffskiftissjúku seinni í lívinum.
Fakta um nikotin og ítrótt
Ávirkan á hjarta og blóðrensl
- Nikotin hækkar hjartafrekvensin og blóðtrýstið, og tað kann økja trýstið á hjartaæðraskipanina.
- Hóast nikotinupptøka gjøgnum eitt nú snús elvir til økta iltmettan í vødda- og heilavevnaði, tá tú venur úthaldni, so hevur tað ikki við sær betri avrik og tað ger heldur ikki, at tú kanst arbeiða háintenst í longri tíð, áðrenn tú verður útlúgvað/-ur.
- Nikotin kann ávirka hjartaæðraskipanina við at lækka diastoliska blóðtrýstið undir kropsligum virksemi, og tað kann hava negativar avleiðingar fyri úthaldni í tínum ítróttaavriki.
Kognitivt avrik
- Nógvir nikotinbrúkarar fáa eina kenslu av herdum fokusi, tá tey brúka nikotin. Gransking bendir tó á, at hetta mest av øllum kemst av, at tað linnar abstinensirnar hjá persónum við regluligari nikotinnýtslu, heldur enn at hava eina veruliga avriksfremjandi ávirkan.
- Kanningar av persónum, sum ikki brúka nikotin, vísa, at nikotin kann hava beinleiðis negativa ávirkan á ítróttaavrik við at vaksa um friðloysi og nervøsitet og verra evnini at hugsavna seg.
- Í ítróttahøpi merkir tað, at nikotin ikki er eitt ergogent (avriksfremjandi) evni, men kann tvørturímóti hava eina ergolytiska ávirkan (gera avrikið verri) hjá óvandum brúkarum.
Ávirkan á vøddakontroll og orkuumseting
- Nikotin vísir onga eintýdda ávirkan á vøddastyrki, hvørki positiva ella negativa ávirkan.
- Nikotin kann møguliga tálma orkuframleiðsluni hjá vøddunum, men ávirkanin av hesum á ítróttaavrik er framvegis ógreið.
Bundinskapur og sálarligar avleiðingar
- Nikotin er sera vanaelvandi, og bundinskapur stendst skjótt.
- Økta aktiveringin á dopaminsentrið í heilanum ger, at ítróttafólk eru í vanda fyri at gerast bundin at nikotini fyri at kunna varðveita eitt vanligt stig av fokusi og vælveru.
- Nikotin kann verra um svøvngóðskuna og restitueringina, og tað kann, sum frá líður, hava negativa ávirkan á avrik.
Heilsuvandi
- Snús og nikotinposar kunnu skaða tannhaldið og munnholuna.
- Nikotin kann eitt nú ávirka kognitivar førleikar og økja vandan fyri angist og tunglyndi, serliga hjá ungum.
- Ábendingar eru um, at tá tú brúkar nikotin leingi, økist vandin fyri stoffskiftissjúku.
Hvat kunnu venjarar og feløg gera?
Venjarar og feløg hava ein týðandi leiklut í at kunna ítróttafólk og skapa eitt umhvørvi, har tey kunnu menna seg mest møguligt uttan óneyðugar heilsuvandar.
Ver ein fyrimynd
Venjarar og hjálparfólk eiga at vera tilvitað um sín leiklut sum fyrimyndir, og tey eiga ikki at brúka nikotinvørur í ítróttaumhvørvinum, hetta fyri at senda eitt greitt tekin til ítróttafólkini.
Kunning og fyribyrging
Ítróttafólk hava tørv á vitan um skaðiligu ávirkanina, sum nikotin kann hava. Venjarar og feløg kunnu eitt nú taka hetta við í leiðreglurnar fyri sunnan lívsstíl.
Alternativ til handfaring av strongd
Ítróttafólk kunnu fáa kunning til mentalvenjing, andadráttarvenjing og mindfulness sum burðardyggari hættir at handfara strongd.
Bygg eina heilsugóða mentan
Eitt umhvørvi uttan nikotinvørur minkar um eksponeringina hjá teimum ungu fyri vørunum og minkar harvið um vandan fyri, at tey byrja at brúka vørurnar.
Bjóða stuðul
Um eitt ítróttafólk longu brúkar okkurt slag av nikotinvøru, kann tað vera eitt gott hugskot at bjóða stuðul til at minka um nýtsluna ella til at gevast – møguliga í samstarvi við heilsustarvsfólk.
Tilfarið er týtt og tillagað við loyvi frá Team Danmark.
Aðrar síður undir Royking, tubbak & nikotin