Royking, tubbak & nikotin

Nikotin

Sigarettir og aðrar tubbaksvørur hava leingi verið einasta keldan til nikotin í Føroyum. Seinastu árini er útboðið av nikotinvørum tó broytt munandi, og nikotin fæst nú í ógvuliga ymsum skapum, litum og smakkum.

30. september 2025

|

Nikotin,

Snús

Marknaðarføringin av hesum vørunum vísir greitt, at framleiðararnir leggja seg serliga eftir at raka tey ungu. Tann ætlanin tykist at rigga, tí hjá teimum ungu eru alternativu nikotinvørurnar líka vælumtóktar sum sigarettir, ikki minst snús.

Nógv ymisk sløg av snúsi er tøkt á marknaðinum. Til ber tó at deila snús í tvey sløg: annað er snúsposar, sum eru brúnir posar, ið innihalda tubbak og nikotin, og hitt er nikotinposar, sum eru hvítir posar, ið innihalda nikotin. Smáu posarnir verða lagdir í munnin, og síðani verður nikotinið upptikið gjøgnum slímhinnurnar. Salt verður latið í snús- og nikotinposar, soleiðis at nikotinið upploysist skjótari og nikotinrúsurin kemur beinanvegin.

Nikotin er eitt eiturevni, sum verður upptikið í kroppinum gjøgnum lungu, slímhinnur og húðina, og verður síðani flutt við blóðinum til heilan og restina av kroppinum.

Nikotin er ógvuliga krøkjandi og tað er serliga vandamikið hjá børnum, og ungum. Tá børn og ung nýta nikotin, kann tað nevniliga elva til trupulleikar við at hugsavna seg, øktan vanda fyri sálarsjúku og hjartaæðrasjúku eins og nikotin skaðar bæði tenn og tannkjøt.

Ung og nikotin

Tá børn og ung brúka nikotin, kann tað elva til varandi mein í heilanum. Heilin er nevniliga ikki liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur. Til tá er heilin serliga viðbrekin fyri ávirkan uttanífrá, eitt nú fyri rúsevnum so sum nikotini, ið kann elva til varandi mein í unga heilanum. Skaðiliga ávirkanin snýr seg serliga um trý viðurskifti: bundinskap, hugsavnan og sálarsjúku.

  • Nikotin er líka bindandi sum kokain, so tú kanst ikki bara gevast, tá tú vilt. Nikotin økir eisini vandan fyri bundinskapi at øðrum rúsevnum, og um tú hevur brúkt nikotin á ungum aldri, verður natúrligari at leita til rúsevni alt lívið.

  • Tá tú brúkar nikotin, kennir tú gamaní eitt hert fokus eina stutta løtu, men tá tú hevur brúkt nikotin í longri tíð, fjarar tann ávirkanin burtur, og vandi er fyri, at tú fært varandi trupulleikar at hugsavna teg, eisini langt eftir, at tú ert givin.

  • Tá tú hevur tað trupult, kann hugurin til nikotin vaksa, tí tú verður glaðari eina lítla løtu. Nikotin hevur tó eisini við sær, at tú verður meira viðbrekin fyri ávirkan av strongd, og tú ert í størri vanda fyri at fáa tunglyndi ella angist.

Heilsustýrið hevur føroyskað ein kunnandi film hjá danska Vidensråd for Forebyggelse, sum upplýsir um vandan hjá børnum og ungum við at brúka nikotin. Hugsanin er, at skúlar, stovnar, frítíðarfelagsskapir og onnur kunnu brúka filmin til kunnandi tiltøk fyri ung og foreldur o.o.

Filmurin er tøkur her.

Tak niður frágreiðing hjá Vidensråd for forebyggelse um nikotinnýtslu hjá børnum og ungum her.

Bundinskapur

Tá kroppurin fær nikotin, henda evnafrøðiligar reaktiónir í dopaminsentrinum í heilanum, so tú kennir teg stimbraða/-n. Heilin lønar tær aftur við, at tú kennir teg væl. Givið er, at tú hevur hug til at fáa hesa kensluna aftur, og so er ringrásin av bundinskapi longu byrjað. Kroppurin venur seg við nikotinið, spyr eftir tí og hevur skjótt ilt við at vera nikotinið fyri uttan.  

Skilt verður millum trý sløg av teknum um bundinskap: kropslig, sálarlig og sosial tekin.

Kropslig tekin

Heilin og kroppurin venja seg stigvíst við, at nikotinið er til staðar, og tey hava ilt við at virka uttan nikotin. Ert tú bundin, og fært tú ikki nikotin, fær kroppurin abstinensir við teknum so sum hugtyngd, irritatión umframt trupulleikar við bæði svøvni og hugsavnan.

Sálarlig tekin

Summi brúka tubbak og nikotin fyri at megna at handfara truplar kenslur, strongd, keðsemi o.a. Nikotinvørurnar verða brúktar í ávísum gerandisstøðum ella fyri at kenna gleði og ró. Kenslan av, at tú hevur trupult við at virka uttan nikotin, ger, at tínir tankar og atburður mala kring nikotinið, serliga um tú ert í støðum, har tú plagar at brúka nikotin.

Sosial tekin

Tey flestu byrja at brúka tubbak og nikotin, tá tey eru saman við øðrum. Ofta fyri at verða partur av felagsskapinum. Sosiali bundinskapurin kann vísa seg við, at tú fært hug til at brúka nikotin, tá tú ert saman við øðrum, sum brúka tað. Trongdin kemur, tí hetta er partur av mátanum, tit eru saman. Trongdin kemur ikki, um hini, tú ert saman við, ikki brúka nikotin.