Royking, tubbak & nikotin

Legg inn Legg av-appina á telefonina

Vegleiðing um, hvussu tú leggur Legg av-appina inn á telefonina.

Vegleiðing til iPhone

Talan er um eina web-app, sum tí ikki er tøk á App Store. Niðanfyri er ein vegleiðing um, hvussu tú fært appina á telefonina.

  1. Far inn á www.leggav.fo. Trýst á vísta teknið mitt í niðast á skíggjanum

2. Vel "Føj til hjemmeskærm".

3. Vel "Tilføj".

4. Vel myndina av appini, sum nú liggur á telefonini.

5. Skráset teg sum brúkara við at fylla út teigarnar. Set tvey flugubein niðast og vel "Vátta".

6. Loyv appini at senda tær boð við at trýsta á "Tillad". 

Bestu eydnu við at leggja av!

 

Vegleiðing til Android

Talan er um eina web-app, sum tí ikki er tøk á Google Play Store. Niðanfyri er ein vegleiðing um, hvussu tú fært appina á telefonina.

1. Far inn á www.leggav.fo. Vel "Tak Legg av niður sum app."

2. Vel "Installér".

3. Far út av browsaranum og finn ikonið fyri "Legg av" á telefonini.

4. Skráset teg sum brúkara við at fylla út teigarnar. Set tvey flugubein niðast og vel "Vátta".

5. Loyv appini at senda tær boð við at trýsta á "Tillad". 

Bestu eydnu við at leggja av!

 

Tað er Kræftens Bekæmpelse, sum hevur ment upprunaligu appina saman við serfrøðingum innan fyribyrging. Heilsustýrið hevur við loyvi frá teimum týtt og lagað tilfarið til føroyskt. Sansir hava staðið fyri tøkniligu menningini av føroysku appini.