Royking, tubbak & nikotin

Legg av

Nógvar góðar orsøkir eru til at gevast at roykja. Óansæð hvussu gamal ella gomul tú ert, er ongantíð ov seint at gevast við at roykja. Jú fyrr tú gevst, jú skjótari kann kroppurin byrja at bøta um teir skaðarnar, roykingin hevur havt við sær. Broytingarnar í kroppinum kennast longu eftir stuttari tíð.

Greitt er, at nógvir roykjarar fegnir vilja leggja av við at roykja. Fólkaheilsukanningin, “Hvussu hevur tú tað?”, sum Heilsustýrið gjørdi í 2023, vísti, at 18 prosent av føroyingum roykja dagliga, og at heili 85% av teimum, ið roykja hvønn dag, fegin vilja leggja av.

Hvussu hevur tú tað? frá 2023

85%

av føroyingum, ið roykja hvønn dag, vilja fegnir leggja av.

Nógvar orsøkir kunnu vera til, at tú vilt leggja av at roykja. Summi vilja hava eina betri heilsu og sleppa undan at ørkymla seg um teir sjúkuvandar, sum royking hevur við sær. Onnur hugsa um at fáa fleiri ár saman við familjuni, ella bara sum heild at sleppa av við bundinskapin og spara pening.

Tað kann verða sera trupult at standa ímóti trongdini at roykja, og ymiskt er, hvussu væl fólk megna tað. Útlitini fyri at roykisteðgurin gerst varandi, eru munandi størri, um tú tekur av onkrum tilboði um vegleiðing og stuðul til roykisteðgin, møguliga saman við nikotinheilivági. 

Heilivágur

Ymisk sløg eru av góðkendum heilivági fyri royki- og nikotinsteðg, bæði reseptheilivágur og heilivágur í handkeypi. Felags fyri ymsu sløgini er, at tey kunnu minka um abstinensirnar í kroppinum og sostatt lætta um í avvenjingini. Fá meira at vita frá læknanum ella á Apotekinum.

Vegleiðing og íblástur

Niðanfyri eru tríggir ymiskir møguleikar at leita sær íblástur til, hvussu tú kanst bera teg at, tá tú hevur tikið avgerðina um at leggja av.

Vegleiðing um roykisteðg

Heilsustýrið hevur gjørt eina vegleiðing við hugskotum til tín, sum fegin vilt leggja av at roykja. Í vegleiðingini fært tú íblástur til, hvussu tú fyrireikar teg og megnar at gevast at roykja. Vegleiðingin leggur upp til, at tú hugleiðir um tað, at gevast at roykja, og veitir góð ráð um, hvussu tú kanst standa ímóti trongdini at roykja og heldur teg roykfría/-n.

Vegleiðingin er skrivað út frá Rygestopguiden 2023 hjá Sundhedsstyrelsen og út frá ráðgevingini til roykisteðg hjá Apoteksverkinum. 

Les vegleiðingina her.

Sms-skipan

Tú kanst eisini fáa stuðul og íblástur til at gevast at roykja við at tekna teg til ókeypis sms-skipanina hjá Heilsustýrinum. Hetta átakið hevur koyrt í fleiri ár, og nógvir brúkarar lata væl at.

Legg av!

Skriva "gevst" til tel. 1919, so fært tú stuðlandi sms-boð sendandi komandi tíðina, sum eggja tær at halda fram við roykiavvenjingini.

SMS-skipanin virkar soleiðis, at tá tú hevur gjørt av, at nú vilt tú halda uppat við at roykja, so setir tú ein dag á, sum er tann dagurin, tú vilt gevast. 5 dagar frammanundan hesum degnum teknar tú teg til sms-skipanina við at senda eini boð við tekstinum "gevst" til tel. 1919. Eftir hetta fært tú javnan stutt, hjálpandi sms-boð, sum stuðla tær í at halda fast í avgerðini. Sms-boðini halda fram komandi tveir mánaðirnar. Til ber at tekna seg til skipanina alt árið. 

Stigvís roykiavvenjing

Tú kanst eisini fáa íblástur og vegleiðing í hesum lítla filminum, sum byggir á tilfar frá sundhed.dk