Royking, tubbak & nikotin

Góð ráð til foreldur

Foreldur hava stóra ávirkan á hugburðin hjá børnunum um royking og nikotin. Tekur tú frástøðu frá sigarettum, vapes, snúsi og øðrum nikotinvørum, minkar vandin fyri, at tíni børn fara at brúka hesar vørurnar. Tí er samrøðan um royking og nikotin umráðandi.

Neyðugt er ikki, at tú ert serfrøðingur, men fyrireika teg eitt sindur, áðrenn tú tosar við barnið um nikotin. Um tú hevur minst líka nógva vitan sum barnið, ert tú betri fyri at veita ráð. Tí er gott at kenna úrvalið av vørum á marknaðinum og at kunna seg um, hvussu hesi ávirka heilsuna.

Les um ymsu nikotinvørurnar her.

Her eru nøkur góð ráð og íblástur til tín sum foreldur um, hvat tú kanst gera:

1.    Samskift greitt við barnið, so eingin ivi er um, hvør tín hugburður er. 
2.    Tosa javnan við barnið um royking og nikotin, og ger tað uttan lyftan fremstafingur. Ver forvitin, spyr og lurta eftir tí, barnið sigur.
3.    Tosa við onnur foreldur og við skúlan um at fyribyrgja atburði við bundinskapi millum børnini.
4.    Ger avtalur við barnið um ikki at byrja at brúka nikotinvørur. Gransking vísir, at tað hevur positiva ávirkan, tá foreldrini í samskiftinum við børnini um rúsevni taka greiða frástøðu frá rúsevnum so sum nikotini. 
5.    Ver ein góð fyrimynd við tínum atburði. Royn ikki at vísa atburð við bundinskapi uttan mun til hvat slag av bundinskapi, talan er um. Lat heimið vera nikotin- og tubbaksfrítt.

Ymsar fortreytir

Samrøðurnar við barnið eiga sjálvsagt at lagast eftir júst tykkara umstøðum. Niðanfyri eru trý dømi, sum taka støði út frá ymsum fortreytum í einum húski.

Um barnið ikki roykir, vapar ella snúsar

- Tosa tíðliga við barnið. Í uml. 7. flokki kunnu royking og snús fanga áhugan hjá børnunum, men fleiri royna tað longu áðrenn tað. - Ver forvitin og vís áhuga fyri hugburðinum og royndunum hjá barninum við royking og nikotini. - Greið frá, at tú tekur frástøðu frá royking og nikotini soleiðis, at barnið ikki ivast í tínum hugburði. - Tosa við barnið um bólkatrýst, og hvat mann kann gera í tílíkum støðum. - Tosa við barnið í óformligum umstøðum, eitt nú í bilinum, og tosa javnan um royking og nikotin komandi árini.

Um barnið roykir, vapar ella snúsar

- Stuðla barninum í at gerast royk- og nikotinfrítt. Vís áhuga og spyr um royk- ella nikotinnýtsluna hjá barninum. Spyr, hví barnið byrjaði, hvørjar fyrimunir og vansar eru og um, hvussu tú kanst hjálpa. – Greið frá, uttan lyftan fremstafingur, hvussu álvarsligt tað er at roykja, vapa ella snúsa og um bundinskap at nikotini. – Tað er lætt at gerast bundin, men trupult at gevast. Tú skalt ikki vænta, at barnið bara megnar at gevast, eftir at tit hava tosað saman. Tosa javnan um hetta og ver stuðlandi.

Um eg sjálv/-ur royki, vapi ella snúsi

- Tú kanst hjálpa barninum við at halda seg royk- og nikotinfrítt, hóast tú sjálv/-ur roykir ella brúkar aðrar nikotinvørur. – Ver opin og erlig/-ur um teg sjálva/-n. Greið møguliga frá, at tú vildi ynskt, at tú ongantíð byrjaði. – Tú kanst greiða frá um bundinskap og tær avleiðingar tað hevur havt fyri teg. - Spyr um tankarnar hjá barninum um royking og nikotin. – Lat vera við at roykja, brúka e-sigarettir ella snúsa framman fyri barninum, og lat ongantíð hesar vørurnar liggja frammi.

Keldur: Sundhedsstyrelsen og Kræftens bekæmpelse