Heilsugott lív

Royking, tubbak & nikotin

Nógv ymisk sløg av tubbaki eru til. Vanligasta slagið er framvegis sigarettin, men tubbaksídnaðurin hevur seinnu árini so at siga enduruppfunnið seg sjálvan og bjóðar nú rúgvuvís av nýggjum tubbaks- og nikotinvørum, og torført kann vera at fylgja við.

19. desember 2025

Sambært heimsheilsustovninum, WHO, eru øll sløg av tubbaki skaðilig, og sjálvt tubbak í natúrligum líki er eitrandi og inniheldur krabbameinselvandi evni. Tubbaksroyking er tann einstaki tátturin, sum hevur størst negativa ávirkan á okkara heilsu, og á hvørjum ári krevur royking mannalív í milliónatali á heimsstigi. Royking økir nevniliga vandan fyri at doyggja tíðliga og er orsøk til flestu tilburðirnar av lungnakrabba og KOL. Royking økir eisini um vandan fyri at fáa aðrar krabbasjúkur, hjartaæðrasjúku og typu 2 diabetes, eins og tað ávirkar útlitini fyri at gerast frísk/-ur.

Hvussu hevur tú tað? frá 2023

18%

av føroyingum roykja dagliga. Tað er ein nógv størri partur enn í hinum Norðurlondunum.

Nikotin er í sjálvum sær eisini skaðiligt fyri heilsuna, serliga fyri menningina av unga heilanum, sum ikki er liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur. 

Les meira um nikotin her.

Heilsustýrið mælir frá allari tubbaks- og nikotinnýtslu, uttan so at talan er um góðkendan heilivág fyri at gevast at roykja.

Fá íblástur til at leggja av.

Hvussu hevur tú tað? frá 2023

Nýggjasta fólkaheilsukanningin hjá Heilsustýrinum ”Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 vísir, at meðan gongdin í grannalondunum er, at alt færri fólk roykja, so standa tølini hjá okkum í Føroyum at kalla í stað. Hetta er ørkymlandi, tá hugsað verður um, hvørja ávirkan royking hevur á fólkaheilsuna. Royking er sostatt eisini ein samfelagslig byrða, ikki minst hjá heilsuverkinum.

Tølini vísa harumframt, at samstundis sum roykjararnir í yngsta aldursbólkinum, tvs. undir 35 ár, tykjast verða færri í tali, so veksur talið á ungum, sum brúka aðrar nikotinvørur.

Les frágreiðing við úrslitum úr Hvussu hevur tú tað? frá 2023