Við barn
Ert tú við barn, fær barnið bestu byrjanina uppá lívið, um tú ikki roykir ella brúkar nikotin.
Um tú hevur verið von við at roykja ella brúka nikotin, áðrenn tú gjørdist við barn, kanst tú framvegis hava stóra trongd á nikotini. Men um tú leggur av, gevur tú barninum bestu byrjanina uppá lívið.
Ein royki- ella nikotinsteðgur er altíð góður, uttan mun til nær í viðgongutíðini tú gevst. Jú fyrr, jú betri.
Størri sannlíkindi fyri at fáa eitt sunt barn
Um tú ikki roykir ella brúkar nikotin, meðan tú ert við barn, eru sannlíkindini betri fyri, at:
- móðurkakan virkar, sum hon skal
- barnið verður føtt rættstundis og hevur normala vekt
- heilin, hjartað og lunguni á barninum eru fullment, tá barnið verður føtt
- barnið sleppur undan vøggudeyða
- barnið er betri vart fyri lungnabruna og astma fyrstu árini.

Hugsa um, hvat tú fert at gera, tá tú kennir tørv á nikotini. Tú kanst eitt nú velja at ganga ein túr, eta eina frukt, hava okkurt í hondunum ella binda.
Góð ráð til tín, sum vilt leggja av
1. Fyrireika teg. Fyrstu vikurnar eftir at tú hevur lagt av, er púra vanligt at leingjast eftir roykingini ella nikotinvøruni. Tí er umráðandi, at tú hevur eina ætlan um, hvat tú gert, tá trongdin kemur.
2. Hugsa um støður við freistingum og ger t.d. ein lista við ymsum, tú vilt gera í staðin. Tað kann vera at ganga ein túr, at anda djúpt nakrar ferðir, senda eini sms-boð, eta eina frukt, tyggja tyggigummi ella okkurt heilt annað, sum riggar hjá tær.
3. Sig øðrum frá tíni avgerð. Tað kann vera ein góð hjálp at hava onkran, sum stuðlar tær í tíni tilgongd. Sig familju og vinfólki, at tú hevur gjørt av at leggja av og bið um stuðul frá teimum. Kanska hevur makin ella ein vinkona hug til at leggja av saman við tær.
4. Løna tær sjálvari. Ger okkurt, sum kennist væl fyri teg, nú tú ert við barn. Tú kanst eitt nú brúka sparda peningin til at keypa okkurt til barnið, fáa massasju ella fara á kafe.
5. Halt fast í tíni avgerð. Tað er púra vanligt at detta útí, tá tú roynir at leggja av. Um tað hendir hjá tær, gev ikki upp, men síggj tað heldur sum ein lítlan kiksara. Minst til, hví tú vildi verða nikotinfrí/-ur og halt fast í tí, tá tú roynir aftur.
Soleiðis ávirka royking og nikotin, tá tú ert við barn
Um tú roykir, tá tú ert við barn, økist vandin fyri, at fostrið er uttan fyri lívmóðurina, móðurkakuloysn, spontanari abort, haruskarði hjá barninum og at lunguni í barninum eru verri ment.
Nikotin er í sjálvum sær skaðiligt fyri barnið. Tí er tað heldur ikki trygt at brúka vapes, e-sigarettir, snús, nikotinposar ella líknandi, tá ið tú ert við barn.
Áðrenn tú ert við barn
Um tú ætlar at gerast við barn, er tað eitt gott hugskot at gevast at roykja og brúka nikotin. Royking kann nevniliga hava við sær, at tað er trupult at gerast við barn. Royking ávirkar kvinnuligu hormonini og eggloysnina.
Royking kann eisini ávirka sáðkyknurnar hjá manninum og gera, at sáðgóðskan versnar. Tí er best at gevast við at roykja og brúka nikotin, tá tit ætla at gerast foreldur. Tað ger seg galdandi bæði fyri teg, sum vilt gerast við barn, og fyri makan.

Tað er eitt gott hugskot at leggja av at brúka nikotin og roykja, tá tú hevur ætlanir um at gerast við barn.
Hvat skal eg sum maki gera?
Tú hevur stóran týdning fyri makan, sum er við barn ella fegin vil verða tað. Um tú velur ikki at roykja ella brúka nikotin, stuðlar tú henni í at gevast og vísir, at tit eru saman um at geva barninum ein uppvøkstur uttan nikotin.
Um tú ikki roykir, verjir tað eisini barnið móti skaðiligu evnunum í roykinum, sum breiðir seg í umhvørvinum.
Fá hjálp til at leggja av: