Vekt og roykisteðgur
Tá ið tú roykir, økist forbrenningin. Tí tekur tú møguliga nøkur kilo uppá, tá ið tú leggur av.
Tá tú hevur lagt av at roykja, brennir tú eitt sindur færri kaloriur, enn tá tú roykir. Hetta kemst av, at royking setir brenningina eitt vet upp. Kroppurin skal hava stundir at finna aftur til sínar natúrligu gongdir. Tað er tó ikki so nógv, forbrenningin minkar um dagin. Tað snýr seg um umleið 150-200 kaloriur, um tú roykir 15 sigarettir ella meira um dagin. Heldur tú fram við at eta og røra teg, sum tú gjørdi frammanundan, merkir tað, at tú tekur umleið eitt hálvt kilo uppá um mánaðin fyrstu mánaðirnar, eftir at tú ert vorðin roykfrí/-ur.
Forbrenningin verður støðug aftur
Eftir 6-12 mánaðir uttan royking leggur vektin seg aftur í fasta legu, tí kroppurin hevur tillagað seg til natúrligu forbrenningina.
Vert er at hugsa um, at vektin ofta økist eitt sindur gjøgnum lívið, av tí at feittmassin natúrligt veksur eitt vet við aldrinum. Hetta er galdandi fyri øll, og er ikki knýtt at royking og roykisteðgi.
Minst til, at nøkur kilo afturat vektini er nógv betri fyri heilsuna enn at halda fram at roykja.

Tað er natúrligt at vera svangari enn vant fyrstu tíðina eftir, at tú hevur lagt av at roykja.
Ert tú svangari enn vant?
Tað er rættiliga vanligt, at matarlysturin veksur í sambandi við ein roykisteðg. Tá tú roykti, gjørdi nikotinið í tubbakinum, at blóðsukrið hækkaði, og tað gav eina kunstiga kenslu av mettu.
Tá kroppurin ikki longur fær nikotin, verður blóðsukrið sostatt eitt sindur lægri, enn tað var, tá tú roykti. Tí kanst tú kenna svongd og hug til at eta meira.
Fleiri smærri máltíðir
Umráðandi er at vísa á, at økta svongdin vanliga bert vísir seg í eitt stutt tíðarskeið, eftir at tú hevur lagt av, júst tá abstinensirnar eru ringast. Ofta er talan bert um stutta tíð, til matarlysturin aftur er, sum hann plagdi.
Tú kanst halda blóðsukrið støðugt við at eta nógvar smærri máltíðir, sum eru heilsugóðar og gera, at tú kennir teg metta/-n leingi.
Les meira um, hvussu kroppurin ávirkast:
- Sov væl