Til lukku við avgerðini
Tú ert farin undir eina stóra broyting, sum kann fáa stóran týdning fyri títt lív.
Hjartaliga til lukku við avgerðini um at leggja av at roykja ella brúka nikotin.
Komandi tíðina fert tú sannlíkt at varnast nógvar fyrimunir við at vera leys/-ur av royki og nikotini, bæði kropsliga og viðvíkjandi tínum hýri. Samstundis kann tað eisini verða trupult, tí tað krevur bæði dirvi og styrki at broyta vanar.
Ein tilgongd at sleppa nikotininum
Tá tú hevur tikið avgerðina um at leggja av, kann tað viðhvørt kennast einfalt og lætt. Aðrar tíðir kann tað kennast heilt ógjørligt.
Tá tú fert undir eina tilgongd við broytingum, er púra vanligt, at motivatiónin er skiftandi. Tíbetur kanst tú gera nógv fyri at ávirka motivatiónina, eitt nú við at hugsavna teg um tað, tú vilt røkka við at leggja av.

Motivatiónin er ofta skiftandi í sambandi við at tú ert í ferð við at leggja av at brúka nikotin. Viðhvørt gongur væl, og aðrar tíðir er tað heilt ógjørligt.
Tá ið tú fyrireikar teg til tín royk- ella nikotinsteðg, kanst tú hugsa um hesar spurningarnar. Skriva gjarna svarini niður.
- Tá ið tú hugsar um komandi mánaðin uttan nikotin, hvussu ímyndar tú tær, at tað fer at verða?
- Hvat skal til, fyri at tú skalt røkka málinum?
- Er nakað, sum fær teg at ivast ella at sleppa tí heilt?
- Er okkurt, sum kann gera tað lættari?
Fyrireika teg til truplar løtur
Nú tá tú hevur tikið støðu til og ert motiverað/-ur fyri at gevast, kann vera skilagott at fyrireika teg til tær støðurnar, tá tú møguliga fert at ivast.
Allar tínar royndir eru virðismiklar
Um tú hevur roynt at leggja av fyrr, veitst tú, at avbjóðingar koma á vegnum, og tú kanst verða freistað/-ur til at roykja ella brúka nikotin.
Tað er heilt vanligt at hava mótstríðandi kenslur og tankar um at gevast. Onkuntíð hevur tú hug til at roykja ella brúka nikotin, tí tú hugnar tær við tí. Samstundis vilt tú fegin gevast, tí tað er dýrt og gevur ein troyttandi hosta.
”Eg eri eitt sindur bangin fyri at gevast at roykja, tí eitt tómrúm kemur har, ið sigarettirnar plagdu at vera. Samstundis gleði eg meg til ikki at skulu hugsa um, nær eg skal hava hasa hálvu sigarettina. Til at fáa eina glóð aftur í húðina, til at kenna meg sunnari.”
- Anja, í ferð við at leggja av.

Tað er púra vanligt at hava mótstríðandi kenslur og tankar, tá tú ert í ferð við at leggja av.
Gev góðu upplivingunum gætur
Ein royki- og nikotinsteðgur kann eisini hava nógvar góðar upplivingar við sær. Tú verður møguliga ovfarin av, hvussu lætt tað er at umvera nikotin í støðum, sum tú ímyndaði tær, fóru at vera truplar. T.d. í støðum, tá tú plagdi at roykja ella brúka nikotin:
”Eg helt, at alt tað við vinfólki og veitslum fór at vera ordiliga ringt, men eg eri kløkkur av, hvussu lætt tað er at siga nei. So eg varð bara verandi inni. Tá ein tíð var farin, byrjaði eg at fara út aftur fyri at vera sosialur.”
- Andrias, givin at roykja.
Minst til, at eftir royki- og nikotinsteðgin ert tú aftur í normalari støðu uttan bundinskap. Tey fyrilitini, tú tekur í byrjanini, eru bert neyðug eitt stutt tíðarskeið.
Fá íblástur: