Læknaviðtala

Tá sjúka rakar

Sjúka, knýtt at royking, kann ávirka avgerðina um at leggja av.

Lívið kann verða vent á høvdið eftir stuttari tíð, tá tú fært staðfest sjúku.

Um heilsan versnar, er púra vanligt, at tankar standast um, hvør orsøkin til tað er. Um tú roykir ella hevur roykt fyrr, fert tú kanska at grunda yvir, hvussu roykingin ávirkar sjúkuna.

At fáa eina sjúku er fyri mong ógvuliga skakandi. Tú kanst kenna skomm um, at tú hevur roykt. Men hent er hent, og tú kanst ikki broyta tað, sum farið er. Royn at fyrigeva tær sjálvum/sjálvari og minst til, at við at leggja av, kanst tú gera nakað virkið fyri at hjálpa um støðuna.

Fyrigev tær sjálvum/sjálvari og kom til sættis við støðuna

Mælt verður til, at tú setir tær sjálvum/sjálvari nakrar spurningar, sum kunnu hjálpa tær at koma til sættis viðvíkjandi roykingini, um tú ert rakt/-ur av sjúku.

- Hvat hevði eg sagt við mítt besta vinfólk, um hann ella hon kendi seg seka/-n orsakað av roykingini?

- Hvat kann eg siga við meg sjálva/-n?

- Hvussu kann eg ansa betur eftir mær sjálvum/sjálvari í framtíðini?

Tá tú verður rakt/-ur av sjúku, er vanligt at gera tær tankar um, hvussu royking ávirkar sjúkuna.

Hví gevast nú?

Sum sjúklingur kanst tú eisini fara at ivast í tínum roykisteðgi, tá ið sjúka rakar.

Kanska nýtur tú at roykja, samstundis sum tú fegin vilt leggja av og gera nakað gott fyri heilsuna og tína viðgerð. Tað er púra vanligt at vera í tvíningum í tonkunum um royking.

Skriva tankarnar niður

Tá sjúkan tyngir, kann tað krevja eyka orku at halda fast í roykisteðginum. Kanska skalt tú í eitt tíðarskeið vera serliga varug/-ur við tær støðurnar, har tú ert í vanda fyri at detta útí, t.d. í sambandi við viðgerð, svar uppá royndir ella truplar samrøður.

Mælt verður til, at tú skrivar tínar tankar niður, soleiðis at tú hevur betri tamarhald á teimum. Skriva niður til tín sjálvs:

- Hvat er umráðandi fyri meg her og nú?

- Hvat er umráðandi fyri meg í longdini?

- Hvat skal til, fyri at tankarnir um royking fylla minni?

Roykisteðgur er altíð ein fyrimunur

Nakrir sjúklingar spyrja seg sjálvar, um nøkur meining er í at gevast við at roykja, nú teir eru vorðnir sjúkir. Men tað er altíð gott fyri heilsuna at leggja av at roykja.

Fyri nógvar sjúkur merkir ein roykisteðgur, at:

- viðgerðin riggar betur

- útlitini fyri sjúkuna verða betri

- mann kann fáa færri afturfall og hjáárin.

Tú kanst tosa við læknan um, hvørjar fyrimunir ein roykisteðgur hevur fyri tína viðgerð, og um hvørja hjálp tú kanst fáa. Tað kann eisini vera, at heilivágurin skal tillagast, tá tú ikki roykir longur.

Les meira um evnið:

-          Hvat er tín motivatión?

-          Ert tú í iva?