15

Tá ið búkurin argar

Tínar vitjanir á vesinum kunnu verða ávirkaðar av roykisteðginum. Tíbetur hæsar tað av eftir fáum vikum.

Nógv kenna til at fáa trupulleikar við búkinum, tá tey leggja av at roykja. Tað kann vera alt frá hørðum maga til leyst lív, ella tað kann vísa seg sum broytingar í avføringsmynstrinum. Hetta kann koma av, at tú ótilvitað hevur broytt vanar sum heild og sostatt eisini broytt vesivanar. Kroppurin er í ferð við at laga seg til at verða vanligur aftur – uttan tubbak.

Hvat kanst tú gera?

Hevur tú trupulleikar við maganum, eru nøkur av góðu ráðunum:

- Drekk nógv vatn, gjarna tveir litrar um dagin.

- Et trevjuríkan kost við at økja nøgdina av grønmeti, frukt, bjølgmeti og fullkorni í máltíðunum. Trevjur hjálpa til við at fáa sodningina í javnvág uttan mun til, um talan er um harðan maga ella leyst lív.

- Fá meira rørslu inn í gerandisdagin, tí tað stimbrar arbeiðinum hjá tarmunum. Tú kanst t.d. ganga tær ein stuttan túr, tá tú plagdi at fáa tær eina sigarett.

Tað verður betri

Tvær vikur eftir at tú hevur lagt av, eigur sodningin at vera komin aftur í normala legu. Um tú framvegis hevur trupulleikar eftir hetta, kanst tú leita tær ráð á apotekinum ella hjá læknanum.

Tað kann vera eitt gott hugskot at drekka minni kaffi í tíðini beint eftir, at tú hevur lagt av.

Kaffi og roykisteðgur

Fyrstu tíðina eftir at tú hevur lagt av, kann tað vera gott at tálma kaffinýtsluni.

Tá tú roykir, sodnar koffeinið í kaffinum tvær til tríggjar ferðir skjótari enn vant. Tí kanst tú hava nógv meira koffein í kroppinum, tá tú leggur av at roykja. Tað sama ger seg galdandi fyri aðrar vørur við koffeini í, t.d. orkudrykkir.

Um tú hevur ov nógv nikotin í kroppinum, kann tað hava við sær sjúkutekin um koffeineitran so sum ørilsi, høvuðpínu, hjartabankan og friðloysi.

Koffeineitran kann mistakast fyri at vera abstinensir av roykisteðginum, men stendst altso bert av stóru nøgdini av koffeini í kroppinum. Tekinini eru vandaleys og hvørva skjótt aftur.

Les meira um, hvussu kroppurin ávirkast av einum roykisteðgi.

- Húðin eftir roykisteðg

- Vekt og roykisteðgur

- Kropsligu framstigini