Trappa Niður

Stigvís avvenjing ella bráðsteðgur

Summi hava gagn av eini stigvísari avvenjing fram til dagin, tey leggja av.

Hjá nógvum byrjar roykisteðgurin við einum tíðarskeiði, har tey fyrireika seg til at gevast. Kanska skerjir tú nýtsluna ella broytir vanar í stigum.

Einaferð kemur dagurin, tú skalt gevast heilt við at roykja. Eftir hetta snýr tað seg um at halda fast í nýggju vanunum sum roykfrí/-ur.

Fyrireiking er góð

Um tú ætlar at trappa niður, áðrenn tú gevst at roykja, kanst tú velja tær ein ávísan dag nakrar vikur frammi í tíð, ið so er tann dagurin, tú gevst heilt.

Vel ein dag, sum hóskar til tín gerandisdag, t.d. eitt vikuskifti, tá ið tú hevur tíð, ikki skalt í veitslu ella í aðrar umstøður, sum minna teg um at roykja.

Um tú vilt trappa niður, kanst tú velja tær ein dag frammi í tíð at vera tann dagurin, tú gevst at roykja. Dagarnar beint frammanundan kanst tú stigvíst trappa niður og broyta tínar vanar.

Trappa niður

Fyrireika teg til dagin, tú ætlar at leggja av, við at broyta tínar roykivanar eitt sindur og skerja talið av sigarettum í stigum.

Tú kanst t.d. gera av, at tú bert kanst roykja í ávísum støðum. Eitt nú, at tú bert roykir uttandura ella ávísar tíðir á degnum.

Hugsa um, hvønn týdning hvør einstøk sigarett hevur fyri teg. Eru nakrar, sum ikki hava líka stóran týdning sum aðrar?

Meðan tú trappar niður, kanst tú hugsa um tær sigarettirnar, ið tú roykir – hvar og nær tú roykir tær? Hvørjar sigarettir kanst tú vera fyri uttan og hví?

Ger tað trupult at roykja

Tú kanst eisini goyma sigarettirnar burtur, hvørja ferð tú hevur roykt, ella tú kanst leggja tendraran onkustaðni, har neyðugt er hjá tær at reisa teg upp fyri at fáa hendur á honum aftur. Tá fært tú stundir at umhugsa, um tú yvirhøvur hevur hug til at roykja næstu sigarettina.

Ymiskt er, hvussu long fyrireikingartíðarskeiðið hjá fólki er, og hvussu nógv mann hevur hug til at trappa niður, áðrenn mann gevst heilt. Vita, hvat riggar best hjá tær.

Les meira um fyrireiking:

-          Áðrenn tú leggur av

-          Hvat er tín motivatión?