60

Statt ímóti trongdini

Ver áhaldin – skjótt er sloppið! Tú skalt bara koma ígjøgnum næstu minuttirnar.

Trongdin til nikotin varir oftast í 3-7 minuttir, og so er hon burtur. Tú kanst gera nógv ymiskt í løtuni fyri at megna tað:

- Far útum, far inn í eitt annað rúm ella gakk tær ein túr, so tú sleppur burtur frá tí, sum trongdin stóðst av.

- Et eitt súrepli ella drekk eitt glas við køldum vatni. Tað kann hjálpa við at leiða tankarnar burtur frá trongdini.

- Slepp av við tína ørkymlan við at vera kropsliga virkin og brúka tína megi. Trýst t.d. móti einum veggi ella slá hart í eina pútu.

Tað kann hjálpa at fara burtur frá tí, sum birtir undir trongdina at roykja ella brúka nikotin. Far eitt nú útum ella bara inn í eitt annað rúm.

Ger okkurt, sum upptekur teg heilt

Savna teg um okkurt annað enn trongdina. Far undir okkurt, sum fær teg at hugsavna teg og sum heldur hendurnar á tær í gongd næstu minuttirnar.

Tú kanst eitt nú binda, telja tín borðbúnað ella busta tenn.

”Eg taki ongantíð alt uppvaskið. Eitt sindur skal vera eftir, um nú trongdin vísir seg. So skundi eg mær út í køkin at vaska upp. Tá eg vaski upp, eru hendurnar í gongd, og so kann eg ikki roykja.”

- Jákup, givin at roykja.

Kanska eydnast tað hjá tær at leiða tankarnar burtur frá nikotintrongdini í nøkrum støðum, men ikki í øðrum.

Royn ymisk hugskot til at halda teg í gongd, meðan nikotintrongdin ger um seg, og brúka tað, sum virkar hjá tær.

Leið tankarnar burtur frá nikotintrongdini, tá hon ger um seg. Hjá nøkrum hjálpir at eta eitt sindur, at ganga ein skjótan túr rundan um húsini ella at telja allan borðbúnaðin í skuffuni.

Tak ímóti trongdini

Tað er ikki vandamikið at hava trongd á nikotini. Tað er bara kroppurin, ið reagerar. Um eina lítla løtu er trongdin burtur. Tí kanst tú eisini velja at góðtaka, at trongdin er har.

Set teg niður og legg til merkis: Nær er trongdin størst? Nær er ringast, og nær hæsar av aftur?

Um tú gevur trongdini alt títt uppmerksemi, kann tað kennast lættari og geva kensluna av, at tað ber til at stýra trongdini.

Andadrátturin gevur ró

Tú kanst svara nikotintrongdini í kroppinum aftur við at gera eina heilt einfalda andadráttarvenjing. Venjingin fær gongd á tann partin av nervaskipanini, sum fær teg til at slappa av.

- Byrja við at anda djúpt inn gjøgnum nøsina og heilt niður í lunguni, meðan tú spakuliga telur upp í fýra.

- Anda síðani spakuliga út aftur gjøgnum nøsina, meðan tú spakuliga telur upp í fýra.

Halt fram, til tú kennir fullkomna ró.

Tú kanst eisini lurta eftir eini mindfulness-venjing, tá nikotintrongdin ger um seg:

Finn ró við andadráttinum

Hví fái eg knappliga hug til nikotin?

Tað kann kennast, sum um trongdin til nikotin kemur burtur úr ongum, men ofta stendst hon av onkrum, sum tú setir í samband við royking ella nikotin.

Tað kann vera, at tú drekkur morgunkaffi, sum tú plagdi at roykja afturvið, ella at tú bíðar eftir bussinum, tá tú plagdi at brúka tína e-sigarett (vape, puff-bar).

Nikotintrongd er ikki vandamikil

Kanska kennist tað ógvusligt, tá tú verður rakt/-ur av nikotintrongd. Summi lýsa tað, sum um kroppurin skríggjar eftir nikotini. Eina løtu missir tú møguliga motivatiónina, og tað kann kennast ógjørligt at standa ímóti.

Minst til, at nikotintrongd er ein kropslig reaktión uppá, at kroppurin er um at koma í rætt lag aftur.

Trongdin er á ongan hátt vandamikil, og sum frá líður, hvørvur hon heilt. Tú kanst gera ymiskt fyri at halda fast í motivatiónini til tá.

Les meira um at halda fast:

-          Halt fast í tínum royki- og nikotinfrælsi

-          Nikotin broytir heilan