Sov væl!
Svøvnurin kann verða ávirkaður fyrstu tíðina, eftir at tú hevur lagt av. Tað er vanligt og hæsar av.
Sum frá líður fert tú at sova betri, eftir at tú ert givin at roykja, enn tá tú roykti. Um svøvnurin verður órógvaður, minst so til, at tað varir ikki leingi og hæsar av eftir fáum vikum.
Hví ávirkast svøvnurin?
Hjá summum stendst versnaði svøvnurin av, at tey hava abstinensir so sum órógv, vreiði ella hjartabankan. Tað kann halda teg vakna/-n og gera tað trupult at slappa av.
Abstinensirnir minka spakuliga vikurnar eftir, at tú hevur lagt av at roykja, og sum frá líður hvørva tær heilt, og kroppurin fær aftur hvíld.
Gev gætur, at ein roykisteðgur ofta gevur tær meira orku. So tað kann heilt einfalt vera, at tú ert betri fyri, enn tú vart, áðrenn tú legði av.

Tað er vanligt hava svøvntrupulleikar í fyrstuni, eftir at tú hevur lagt av. Tíbetur hvørvur hetta, so hvørt sum kroppurin venur seg av við at fáa nikotin.
Tankameldur
Tað kann vera, at tú fært tankameldur, tí tú ert í ferð við at fremja eina stóra broyting í tínum lívi.
Um tankarnir mala um fyrimunir og vansar við at leggja av at roykja, er skilagott at seta ein ávísan dag, har tú kanst samráðast aftur við teg sjálva/-n um avgerðina. Royn at lata tankarnar hvíla, til tann dagurin kemur.
Orkudrykkur og kaffi órógva svøvnin
Tá tú roykir, upptekur tú koffein 2-3 ferðir skjótari, enn um tú ikki roykir. Tí fer kroppurin at reagera ógvusligari av drykkjum við koffeini í, t.d. kaffi og orkudrykkjum.
Hvat kanst tú gera?
Fyrst av øllum skalt tú vita, at roykisteðgurin í longdini fer at gera, at tú svevur betri. Tað øvuta ger seg bert galdandi í stutta tíð. Tú kanst hjálpa til at betra svøvnin við at:
- Fara í song somu tíð hvønn dag
- Lurta eftir sissandi tónleiki
- Lufta væl út í kamarinum og seta hitan niður
- At fáa minni koffein
Hevur tú roykt um náttina
Um tú ert von/vanur at roykja beint áðrenn songartíð ella um náttina, kann tað vera eitt gott hugskot fyrstu tíðina at brúka heilivág, sum fæst í handkeypi, til nikotinavvenjing, t.d. nikotintyggigummi ella plástur.
Hetta tálmar kropsligu abstinensirnar, so tú fært sovið og hevur orku til at broyta vanarnar. Eftir tveir mánaðir skalt tú gevast stigvíst við heilivágnum.
Les um, hvussu kroppurin ávirkast: