8

Soleiðis virkar Legg av!

Við serkønari hjálp er lættari at megna ein royki- og nikotinsteðg.

Nógv tey flestu, sum roykja ella brúka nikotin, vilja fegin leggja av. Men nikotin er ógvuliga bindandi, og tað kann vera trupult at leggja av uttan hjálp.

Í fyrstuni av einum nikotinsteðgi kann tað vera ein fyrimunur at fáa hjálp, og tað økir sannlíkindini fyri at tað eydnast. 

Hetta fært tú við Legg av!

Legg av er ment av serfrøðingum innan roykiavvenjing og tekur støði í, at tú ofta hevur tørv á ymsari hjálp gjøgnum tín royki- og nikotinsteðg.

Við Legg av! fært tú hjálp til at leggja av við:

- Dagligum push-boðum í fyrstuni av tilgongdini

- Motiverandi varðar á vegnum

- Vitan um tað, sum vantandi hendir í kroppinum og sinninum nú

- Góð ráð, sum kunnu hjálpa tær víðari, um tað verður trupult

- Yvirlit yvir tað, tú sparir, so tú sært, hvat tú hevur rokkið.

 

Legg av! veitir hjálp og vegleiðing allan vegin gjøgnum tín royki- og nikotinsteðg.

Hjálpin er størst í fyrstuni

Nógv, sum royna at leggja av at roykja ella brúka nikotin, detta útí fyrsta mánaðin. Tí veitir Legg av mesta stuðulin í fyrstuni av tilgongdini.

Vit vita tó eisini, at nógv framvegis vilja hava hjálp í serligum støðum, eisini hóast tey hava verið royk- ella nikotinfrí leingi. Tú kanst altíð fylgja við í tínum sparingum her á appini.

Øll eru ikki eins

Innihaldið í Legg av! er ymiskt, alt eftir um tú roykir ella brúkar nikotinvørur. Hetta kemst av, at heilsuágóðarnir eru ymiskir.

Av tí at nikotinvørur eru lutfalsliga nýggjar vørur, er vitanin á økinum nógv minni enn um tubbak og royking.

Legg av-appin er ment við loyvi frá Kræftens Bekæmpelse, sum hevur staðið fyri upprunaligu appini í samstarvi við serfrøðingar innan fyribyrging. Heilsustýrið hevur týtt og tillagað tilfarið til føroyskt.

Les meira um at leggja av:

-          Áðrenn tú leggur av

-          Til lukku við avgerðini