12

Soleiðis sigur tú nei takk

Tá ið tú leggur av at roykja/brúka nikotin, upplivir tú møguliga, at onkur kann bjóða tær av í tíni tilgongd – ofta uttan at tey vita av tí. Tí er umráðandi, at tú lurtar eftir tínum egna tørvi, og at tú sigur frá á ein góðan hátt.

Tað kann vera ein hjálp at hava hugsað um frammanundan, hvat tú fert at siga, um onkur bjóðar tær eina sigarett ella nikotin, ella um onkur spyr, um tú kemur við út at roykja ella vapa. Tá tú hevur hugsað um svarið frammanundan, er lættari at halda fast í tíni avgerð.

Dømi um, hvat tú kanst siga:

- Takk fyri at tú spyrt, men eg havi lagt av at roykja/vapa/snúsa.

- Eg leypi sigarettina um, men komi gjarna við út at ganga ein túr.

- Eg eri við, bara uttan snúsið/sigarettina.

- Ikki í dag, eg haldi ein steðg.

Tá tú ert fyrireikað/-ur uppá, at tú á vegnum út úr bundinskapinum kanst møta avbjóðingum, ert tú betri fyri at standa ímóti, tá tað hendir.

Tú hevur møguliga onnur boð uppá eitt svar, sum hóskar væl til tín. Hugsa um, hvat riggar best hjá tær og fyrireika teg til støðuna. Tá tú veitst, hvat tú vilt siga, stendur tú sterkari í sjálvari støðuni.

Les eisini:

-          Ert tú í iva?

-          Hvat er tín motivatión