Roykitrongd kemur í herðindum
Tað er heilt vanligt at uppliva tíðarskeið við roykitrongd, serliga í fyrstuni.
Eini herðindi av roykitrongd vara vanliga í 3-7 minuttir, til tær hvørva aftur. Roykitrongd er ikki vandamikil, hóast tað kennist óhugaligt.
Í fyrstuni kemur trongdin at roykja títtari, men eftir fáar vikur er hon minni ógvuslig og herðindini vara styttri. Sum frá líður hvørvur hon heilt.
Leið tankarnar burtur
Summi lýsa roykitrongd sum eina sterka kenslu ella eina løtu, har heilin slær frá. Tí kann vera skilagott, um tú fyrireikar teg til tær løturnar, tá trongdin kemur, so tú veitst, júst hvat tú skalt gera.
Tú kanst royna at leiða tankarnar burtur frá trongdini. Tú kanst t.d.:
- Telja alt rundan um teg, sum er grønt, telja bøkurnar í bókahillini ella bilarnar, sum koyra framvið.
- Gakk ein túr, so tú flytur teg burtur frá støðuni, samstundis sum kroppurin er í gongd.
- Ring til ein vin. Hjá nøkrum hjálpir at greiða frá, hvussu tey hava tað, tá nikotintrongdin kemur.
- Tendra tín yndistónleik.
- Anda djúpt – anda út og inn líka leingi.
Vís trongdini uppmerksemi
Tað kann eisini vera lættari at vera í nikotintrongdini, um tú gevur henni fult uppmerksemi heldur enn at flýggja.
Her er ein mindfulness-venjing, har tú fært vegleiðing í at vera til staðar, meðan tú kennir nikotintrongdina:
Roykitrongd kann koma av abstinensum
Abstinensir og roykitrongd eru tætt knýtt hvørt at øðrum. Abstinensir er ein kropslig reaktión, sum kemur eftir ein roykisteðg, tí heilin er vanur við at fáa nikotin og skal nú venda aftur til sína vanligu støðu.
Les meira um abstinensir: