Nikotin broytir heilan
Nikotin elvir til bundinskap, uttan mun til um tað er at sigarettum, vapes ella snúsi.
Tá tú roykir ella brúkar nikotin, hendir ein broyting í evnafrøðiligu javnvágini í heilanum. Tað ávirkar hýrin, og hvussu tú hevur tað. Og so elvir tað til bundinskap.
Í hesum filminum sært tú, hvussu nikotin ávirkar unga heilan:
Heilin er ikki liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur. Til tá er hann serliga viðbrekin fyri ávirkan uttanífrá. Millum annað fyri rúsevnum, sum eitt nú nikotini.
Hvat hendir í heilanum
Tá tú roykir ella brúkar nikotin, fer nikotinið út í blóðið og verður leitt upp til heilan. Heilin byrjar beinanvegin at framleiða meira dopamin, sum fær teg at kenna gleði, ró og hvíld.
Soleiðis stimbrar nikotin ”lønarskipanina” í heilanum. Kroppurin lærir, at nikotin gevur eina góða kenslu, og heldur nú, at nikotin hjálpir tær at yvirliva. Tí vil kroppurin ógvuliga fegin hava meira av tí, og tað gevur eina kenslu av, at tú bara mást hava meira nikotin.

Royking og nikotin kunnu fáa teg at kenna teg væl og róliga/-n. Tað kemst av, at nikotin fær heilan til at framleiða meira dopamin.
Nikotin loysir út dopamin
Dopamin er eitt evni, vit hava í kroppinum, eisini hóast vit ikki roykja. Hetta evnið hjálpir okkum at stýra fleiri týðandi funkum.
Tá tú roykir eina sigarett ella brúkar nikotin, framleiðir heilin eina eyka nøgd av dopamini. Tað ger, at tú kanst kenna teg glaðari, positivari og minni strongda/-n, tá tú roykir sigarettir ella brúkar nikotin – í øllum førum í fyrstuni.
Broytingar í heilanum
Nikotinið ger eisini, at fleiri nikotinreseptorar verða gjørdir í heilanum enn vanligt. Reseptorar eru smáir móttakarar, sum fanga signalevni í heilanum.
Tá fleiri nikotinreseptorar eru í heilanum, kunnu teir upptaka meira nikotin og framleiða enn meira dopamin. Tí fært tú tørv á meira nikotini, fyri at fáa sama virknað, sum tá tú byrjaði.

Nikotin virkar eins og signalevnið í kroppinum, acetylkolin, og setir gongd á úrskiljingina av dopamini. Tá tú roykir ella brúkar nikotin, verða fleiri reseptorar gjørdir í heilanum. Tað hevur við sær, at tú mást roykja enn meira fyri at fylla teir upp.
Natúrliga framleiðslan av dopamini minkar
Tá heilin fær dopamin frá nikotini, meðan tú roykir ella brúkar nikotinvørur, byrjar hann so við og við at framleiða minni dopamin sjálvur.
Um tú heldur ein steðg frá nikotinvørunum, hevur tú sostatt trot á dopamini í kroppinum. Tí kennir tú strongd, tú ert illa fyri og kennir trongd eftir nikotini.

Tá kroppurin ikki longur fær nikotin, kann trongdin kennast ótolandi, og tað kann vera trupult at hugsavna seg um nakað annað.
Nikotintrongd kann kennast sum um, tú mást hava nikotin fyri er gerast rólig/-ur, glað/-ur og avstrongd/-ur aftur. Men í veruleikanum er tað nikotinið, sum er orsøk til trotið á dopamini í kroppinum. Kroppinum vantar heilt einfalt tað dopaminið, sum vanliga er til staðar.
Tíbetur fæst javnvágin í heilanum aftur á beint, tá tú gevst at roykja ella brúka nikotin. Tá ein tíð er fráliðin, kennist trongdin eftir nikotini ikki so sterk longur.
Les meira um at handfara trongdina: