Mindfulness
Mindfulness kann hjálpa tær við at tálma trongdini.
Mindfulness er ljóðvenjingar, sum skapa ró í nervalagnum. Tú kanst brúka venjingarnar, tá trongdin eftir nikotini kemur, ella tá tú kennir órógv í kroppinum. Venjingarnar kunnu eisini hjálpa tær, um tú hevur tørv á at tálma abstinensum so sum vreiði, dapurleika ella ótolni.
Ríð á alduni
Í hesi venjingini verður tú leidd/-ur ígjøgnum royki- ella nikotintrongdina.
Ríð á alduni av roykitrongd. Longd: 10 min.
Finn ró við andadráttinum
Andadrátturin kann linka órógv í nervalagnum. Í hesi venjingini verður tú leidd/-ur ígjøgnum eina andadráttarvenjing.