Á Veg Út Á Trælanípuna

Kropsligu framstigini

Øll fáa betri heilsu av roykisteðgi – óansæð aldur og heilsustøðu.

Hevur tú hoyrt nakran siga: ”Eg havi roykt í so nógv ár, at tað loysir seg ikki at leggja av”? Tað ljóðar kanska logiskt, men tíbetur er tað ikki satt. Uttan mun til tín aldur og heilsustøðu er roykisteðgur ein fyrimunur fyri heilsuna.

Roykurin frá tubbaki skaðar nevniliga kroppin, so leingi tú heldur fram at roykja. Beinanvegin tá tú leggur av, fær kroppurin tað betri. Nøkur gøgn koma seg skjótari enn onnur, og allir kroppar eru ymiskir. Tí kennast heilsuligu framstigini ymiskt hjá fólki. Men tey vísa seg hjá øllum.

Títt lungnavirkni kann batna longu fáar vikur eftir, at tú ert givin at roykja. Í longdini hevur roykisteðgurin við sær, at tú ert í minni vanda fyri at fáa lungnakrabba og fleiri onnur sløg av krabbameini.

Fyrstu framstigini

Nakrir heilsufyrimunir vísa seg longu fyrstu dagarnar og vikurnar eftir, at tú hevur lagt av. Tá tú roykir, setir ein partur av tubbaksroykinum seg á reyðu blóðlikamini, og tað hevur við sær, at hesi ikki kunnu leiða somu nøgd av súrevni (ilt) runt í kroppinum.

Hetta broytist skjótt, eftir at tú ert givin, og tí kenna nógv beinanvegin, at andadrátturin batnar og orkan veksur longu eftir fáum døgum. Kroppurin fær heilt einfalt meira burturúr, hvørja ferð tú dregur andan.

Um tað kennist lættari at ganga upp trappurnar, kemst tað møguliga av, at kroppurin longu hevur tað betri, eftir at tú ert givin at roykja.

Roykisteðgurin gevur tær hesar heilsuágóðar, stutt eftir at tú hevur lagt av:

- Blóðtrýst og pulsur lækka.

- Innihaldið av kolsúrevni (koliltu) í blóðinum verður normalt.

- Blóðrensl og lungnavirkni batna.

- Minni andaneyð og hosti.

”Eg var bilsin um, hvussu skjótt eg fekk tað betri. Eftir eini viku fekk eg betri kondi, og eftir einum mánaði fekk eg nógv betri kondi. Tað var púra ørt.”

- Høgni, 28 ár

Langtíðarútlit

Ein roykisteðgur minkar munandi um vandan at fáa nógvar ymsar sjúkur. Tað ger seg galdandi fyri eitt nú hjartaæðrasjúkur og fleiri sløg av krabbameini. Í nógvum førum minkar ein roykisteðgur eisini um sjúkutekinini, um tú longu hevur staðfesta sjúku.

Ein roykisteðgur hevur við sær hesi langtíðarárin:

- Eftir eitt ár er vandin fyri blóðtøppi í hjartanum minkaður niður í helvt.

- Eftir 5-15 ár er vandin fyri heilabløðing og blóðtøppi í hjartanum á sama stigi sum hjá fólki, sum ongantíð hava roykt.

- 10 ár eftir roykisteðgin er vandin fyri lungnakrabba farin niður í helvt.

- Eftir 10 ár er vandin fyri at fáa krabbamein í munnholuna, hálsin, vælindið, bløðruna, lívmóðurhálsin og brisið eisini minkaður.

Kroppurin fær tað skjótt betri, tá tú ikki roykir longur. Hvussu kennir tú mun í kroppinum, eftir at tú ert vorðin roykfrí/-ur?

Ein roykisteðgur munar altíð

Uttan mun til hvussu gamal/gomul tú ert, tá tú leggur av at roykja, fert tú í miðal at liva longur, tá tú leggur tubbakið á hillina. Tey, sum gevast sum 30 ára gomul, kunnu í miðal leggja 10 ár afturat síni livitíð, meðan tey, sum leggja av, tá tey eru 60 ár, í miðal fáa 3 ár afturat livialdrinum.

Ein roykisteðgur hevur altíð nógvar positivar avleiðingar fyri kroppin, og tú kennir fleiri teirra longu fyrstu vikurnar ella mánaðirnar.

Les meira um, hvussu kroppurin ávirkast:

-          Húðin eftir roykisteðg

-          Tá sjúka rakar

-          Tá ið búkurin argar

-          Sov væl