Beinkrím

Influensa og hosti

Lungnavirknið verður í stóran mun ávirkað av royking og ávirkast tí skjótt av einum roykisteðgi.

Kennist tað, sum influensa er á veg? Tað er ikki uttan orsøk!

Roykurin frá sigarettum fer beinleiðis niður í lunguni. Roykurin inniheldur meira enn 7.000 ymisk kemisk evni. 70 teirra eru krabbameinselvandi. Úr lungunum verða skaðiligu evnini flutt yvir í blóðið og út til øll gøgnini í kroppinum.

Í sigarettroyki er eisini kolilta, sum er smá mýl, sum seta seg á reyðu blóðlikamini á tað staðið, har eitt súrevnismýl átti at verið.

Betri andadráttur

Tá tú gevst at roykja, hvørvur koliltan úr blóðinum. Nú verður tí meira súrevni flutt runt í kroppinum, enn tá tú roykti. Tað følir tú, tá tú rørir teg. Tú fert eisini at kenna tað, sum um tú brádliga hevur meira orku og yvirskot.

Um lungavirknið er oyðilagt av royking, kann lungnavevnaðurin ikki endurnýggjast. Ein roykisteðgur hevur tó tann fyrimunin, at tú fært betri gagn av teirri luftini, tú andar í teg. Hóast tú hevur KOL, følir tú eisini bata í andadráttinum.

Lungnavirknið hjá tær batnar altíð, tá tú gevst at roykja. Tað er galdandi uttan mun til aldur og heilsustøðu.

Hosti eftir roykisteðg

Summi fáa hosta ella versnar verandi hosti, tá tey gevast at roykja. Tað kann kennast, sum um tú hevur fingið influensu. Tað kemst av, at smáu bivhárini í barkanum fara at virka aftur.

Bivhárini forða bitlum og støvi at koma niður í lunguni, men tey oyðileggjast, tá ið tú roykir. Tá ið tú gevst, vaksa nýggj bivhár, og tað kann elva til hosta. Hostin er tí eitt tekin um, at kroppurin roynir at bøta teir skaðarnar, sum roykingin hevur havt við sær.

Minst til, at hostin er fyribils og hvørvur aftur. Kroppurin er í ferð við at venda aftur í rætt lag. Roykisteðgurin fer, sum frá líður, at minka um vandan fyri lungnasjúku og infektiónum.

Les meira um, hvussu kroppurin ávirkast av einum roykisteðgi:

-          Húðin eftir roykisteðg

-          Sov væl

-          Vekt og roykisteðgur

-          Tá búkurin argar