Dartskiva

Hvat er tín motivatión?

Ger tær greitt, hvat tú heilt neyvt vilt røkka, so er lættari hjá tær at fullføra royki- ella nikotinsteðgin.

Nógvar orsøkir kunnu vera til at gevast at roykja ella brúka nikotin. Summi vilja hava betri heilsu, meira tíð ella meira pening at ráða yvir.

Onnur vilja gerast leys av bundinskapinum, gleða familjuna ella sleppa undan kensluni av ringari samvitsku.

Tá tú kennir orsøkirnar til, at tú vilt gevast, er lættari at halda fast í avgerðini og styrkja motivatiónina, tá tað gerst trupult.

Minst til, hví tú fert undir hetta

Set tær henda spurningin og skriva svarini á eitt pappír:

- Hvat vil eg ítøkiliga røkka við at leggja av?

- Hvønn týdning hevur tað fyri meg at megna tað?

- Tá tað eydnast, hvør verður kenslan í kroppinum, og hvussu er lagið?

Hong pappírið á køliskápið ella legg tað á annað sjónligt stað. Tak pappírið fram og les tað, um tú brádliga ivast, hví tú fórt undir henda nikotinsteðgin.

Minst til orsøkirnar til, at tú vilt gerast nikotinfrí/-ur, og legg pappírið onkustaðni, tú lættliga finnur tað aftur.

Motivatión kemur og fer

Tú hugsar møguliga, at tú skalt vera rættiliga motiverað/-ur, áðrenn tú fert í gongd við ein nikotinsteðg. Motivatión kemur og fer ógvuliga skjótt, so tí er høpisleyst at bíða eftir, at motivatiónin er í hæddini.

Í fyrstuni hava tey flestu bæði hug til at halda fram við at brúka nikotin og til at gevast.

Onkuntíð er onnur kenslan sterkari enn hin. Aðrar tíðir fylla báðar eins nógv. Tað er púra vanligt. Tað merkir ikki, at tú skalt broyta tína ætlan um at gevast.

Tá motivatiónin ikki er góð, kanst tú minna teg sjálva/-n á, hvat tú vilt røkka:

”Um tú á ein hátt hevur okkurt, sum hvønn dag kann siga tær ”hetta er orsøkin til, at eg ikki royki”. Eg havi til dømis mína venjing. Venjingin gevur mær viljastyrki til at síggja, at um eg kann halda fram við hesum, so kann eg eisini halda fram við roykisteðginum.”

- Andrias, 29 ár.

Tað kann vera ein hjálp hvønn dag at minna teg sjálva/-n á, hví tú vilt gevast at roykja ella brúka nikotin. Hvat er tín motivatión?

Hvat hevur tú longu rokkið?

Longu stutta tíð eftir at tú ert givin við at brúka nikotin, fært tú gagn av tí. Tað kann vera kropsligar broytingar so sum betri dæmi í andlitinum ella betri smakki- og luktisansur.

Tað kann eisini vera, at tú hevur meira pening at ráða yvir, kennir teg betri hvílda/-n ella ert meira errin av tær sjálvum/sjálvari.

Set tær hesar spurningar og skriva svarini niður:

- Hvat havi eg fingið burturúr av at vera nikotinfrí/-ur?

- Hvat er tað besta við at vera nikotinfrí/-ur?

- Hvat er vorðið lættari, og hvat er framvegis trupult?

Fá íblástur til at varðveita motivatiónina:

-          Roykitrongd kemur í herðindum

-          Til lukku við tíni avgerð

-          Soleiðis virkar Legg av