Húðin eftir roykisteðg
Nógv, sum leggja av at roykja, siga, at útsjóndin ávirkast positivt av roykisteðginum.
Nógvar positivar broytingar henda í kroppinum í sambandi við ein roykisteðg, eisini við tíni útsjónd.
Tá tú hevur lagt av, kanst tú fáa kensluna av, at tú brádliga sært frískari og yngri út. Sum frá líður koma eisini færri rukkur, enn um tú helt fram at roykja.
“Tað er kanska yvirfladiskt, men eg føli, at húðin er blivin penari. Tað er sum um, kroppurin ikki brúkar orku til at arbeiða við eini rúgvu av lorti.”
- Beinta, givin at roykja
Húðin ávirkast av royking
Tað, at húðin verður penari í sambandi við ein roykisteðg, kemst m.a. av, at kroppurin fær meira ilt, og at blóðið tí rennur lættari runt í kroppinum, enn tá tú roykti. Tá ið tú roykir, megnar blóðið ikki eins væl at flyta ilt runt í kroppinum.
Samstundis ger nikotinið, at blóðæðrarnar trekkja seg saman, so blóðið rennur verri runt í kroppinum. Tað ger, at tú kanst tykjast bleikari, um tú roykir. Við tíðini gevur royking tær eisini fleiri rukkur, av tí at elastiski bindivevnaðurin í húðini verður niðurbrotin skjótari.
Les meira um, hvussu kroppurin ávirkast av einum roykisteðgi: