Halt fast í tínum royki- og nikotinfrælsi
Tú hevur nú verið royk- og nikotinfrí/-ur í eitt longri tíðarskeið. Tað er væl klárað! Hóast steðgurin nú kanska kennist natúrligur í gerandisdegnum, kunnu avbjóðingar framvegis stinga seg upp á vegnum. Tí er umráðandi alla tíðina at hugsa um, hvussu tú heldur fast í avgerðini og heldur fram at vera royk- og nikotinfrí/-ur.
Ansa eftir vandastøðum
Ver varug/-ur við, hvørjar støður kunnu verða møguligar vandastøður hjá tær í framtíðini, soleiðis at tú kanst fyrireika teg til, hvussu tú skalt handfara trongdina, um hon vísir seg. Stendur t.d. ein høgtíð ella veitsla fyri durum, sum tú kanska sært sum ein møguligan vanda, so kanst tú brúka tær royndirnar og mannagongdirnar, sum hava riggað higartil.

Er tað fríggjadagsølin saman við vinfólkunum, sum er serliga trupul? Ella beint eftir eina máltíð? Við at staðfesta truplastu løturnar, kanst tú betra teg.
Ver tín egni fjeppari
Rósa tær sjálvum/sjálvari hvønn dag fyri, at tú megnar at standa ímóti og minn teg sjálva/-n á, hví tú valdi at leggja av, og hvørjar fyrimunir tú hevur av tí. Tað kann styrkja motivatiónina, tá tú setir fokus á, hvussu langt tú ert komin og alt tað góða, tú hvønn dag fært burtur úr tíni avgerð.
Brúka tíni nærmastu
Stuðul frá vinfólki, familju, maka, lestrarfelagum ella starvsfelagum er framvegis týdningarmikil. Sig frá, hvussu gongur, og bið um stuðul, um tú ert í iva ella følir trongd eftir royki ella nikotini. Tað kann gera stóran mun at vita, at tú ikki stendur einsamallur/einsamøll.

At fáa stuðul og hjálp er avgerandi. Hvar fært tú stuðul, tá tað verður trupult?
Varðar á vegnum
Viðurkenn varðarnar á vegnum, eisini hóast tú kanska ikki telur dagar longur. Um tú fært eitt afturfall, er tað ikki ein ósigur, men ein møguleiki fyri at læra og tillaga tína ætlan. Hjá nógvum kann tað styrkja motivatiónina, um tey fáa løn ella ágóðar á onkran hátt, hvørja ferð tey røkka einum varða. Nú tá tú ikki longur brúkar pening til royk- og nikotinvørur, hevur tú helst meira pening til taks, sum tú kanst brúka uppá teg sjálva/-n. T.d. til massasju, biograf, shopping ella okkurt heilt annað.
Halt fast
Ein royki- og nikotinsteðgur er ein tilgongd. Við at brúka tínar royndir, vera tín egni fjeppari, leita tær stuðul og hátíðarhalda sigrarnar, kanst tú halda fast í tínum royki- og nikotinfrælsi. Tú hevur longu gjørt tað truplasta, og nú ræður bara um at halda fast.
Les meira her: