Far væl við tær sjálvum/sjálvari
Tað er heilt vanligt at detta útí, tá tú ert í ferð við at leggja av. Tað fær nógv at kenna skomm, sjálvkritikk, vantandi viljastyrki og hugsa, at tað ongantíð fer at eydnast. Men sjálvkritikkur hjálpir sjáldan, tvørtur ímóti verður tað ofta truplari at halda fram á leiðini fram ímóti frælsinum frá royki og nikotini.
Hugsa um, hvussu tú hjálpir einum barni at læra at súkkla. Tá barnið dettur, rópar tú ikki: ”Hví kanst tú ikki halda balansuna?” Í staðin sigur tú: ”Tað er í lagi, at tú datst. Royn aftur. Eg eri her, og eg stuðli tær”. Á sama hátt kann eitt afturfall eisini síggjast sum eitt fall – tað merkir tó ikki, at tú hevur kiksað, ella at tú ert ein vánaligur persónur. Um tú fert við tær sjálvum/sjálvari við sama vinsemi og stuðli sum við barninum, fært tú yvirskot, dirvi og motivatión til at royna aftur og lærir skjótari, hvat kann hjálpa tær fram.
Hetta er kjarnin í sjálvsmiskunn: at vísa sær sjálvum/sjálvari vinsemi og forstáilsi, serliga tá tað er trupult. Í staðin fyri sjálvkritikk tænir tað tær betur við at handfara skomm, at varðveita bæði motivatión og yvirskot, eins og læra av egnum mistøkum, uttan at geva skarvin yvir.
Her eru nakrar venjingar, sum tú kanst brúka, tá tað verður trupult:

Ein hond móti hjartanum sendir eini boð til kroppin um, at hann er tryggur og í góðum hondum.
Venjing 1: Hondina á hjartað
- Legg aðra hondina móti bringuni og hina á búkin (valfrítt).
- Anda djúpt tríggjar ferðir.
- Sig spakuliga við teg sjálva/-n: ”Tað er í lagi, at eg datt útí. Eg vil fegin fara væl við mær sjálvum/sjálvari, við vinsemi og ró.” Brúka orð, ið hóska til tín.
- Føl hitan og hvíldina í kroppinum.

Tosa vinaliga við teg sjálva/-n, eins og tú tosar við eitt vinfólk ella eitt barn.
Venjing 2: Blíðka innara atfinnaran
1. Gev atfinningarseminum gætur.
- Ver varug/-ur við, nær tú ert serliga harður/hørð við teg sjálva/-n.
- Hvørji orð brúkar tú? Hvat tónalag hevur røddin?
2. Tosa vinaliga
- Sig spakuliga við teg sjálva/-n: ”Eg veit, at tú roynir at ansa eftir mær, men tíni orð særa meg. Nú má blíða síðan í mær tala.
- Føl, at tónin er bleytari og meira stuðlandi.
3. Umskriva atfinningarnar
- Ímynda tær, hvat eitt vinfólk, sum vísti tær umsorgan, hevði sagt: ”Tað er í lagi, at eg gjørdi eitt mistak. Eg kann royna aftur og ansa betur eftir mær næstu ferð.”
Valfrítt: Kela armin varliga ella halt hondunum móti andlitinum. Kroppurin følir umsorgan.
Brúka venjingina hvørja ferð, tú hevur lyndi til at gerast atfinningarsamur/atfinningarsom móti tær sjálvum/sjálvari. Stuttar, regluligar løtur styrkja spakuliga tína vinaligu innaru rødd.