Fá stuðul frá øðrum
Brúka tey, tú hevur rundan um teg
At gevast at roykja er ein týðandi avgerð, sum hevur nógvar fyrimunir við sær fyri eitt nú tína heilsu, fíggjarstøðu ella trivnað sum heild. Samstundis kann vegurin til at gerast leys/-ur av nikotini og royki vera ein avbjóðandi tilgongd. Í hesi støðuni kunnu familja, vinfólk, floksfelagar og starvsfelagar hava stóran týdning.
Fortel øðrum um tín royki- og nikotinsteðg
Tá tú fortelur fólki rundan um teg, at tú vilt leggja av, gevur tú tær sjálvum/sjálvari betri fortreytir fyri at koma á mál. Onnur kunnu tá lættari vísa fyrilit og stuðla tær á leiðini, eitt nú við ikki at roykja ella brúka nikotin, tá tey eru saman við tær, ella við at stuðla tær, um tú hevur avbjóðingar á vegnum. Tú gert sjálv/-ur av, hvørjum tú fortelur tað fyri, og hvussu nógv tú vilt siga øðrum. Tað er rættiliga ymiskt, hvat fólk meta vera hóskandi.
Bið um tann stuðulin, tær tørvar
Nógv rundan um teg vilja uttan iva hjálpa tær, men tey vita ikki altíð, hvussu tey skulu bera seg at. Hugsa tí um, hvat ítøkiliga kundi verið ein stuðul fyri teg í royki- ella nikotinsteðginum.
Tað kann eitt nú vera:
- At eitt vinfólk kemur ein túr saman við tær, tá trongdin kemur.
- At makin er serliga umhugsin og lurtar eftir tær í truplum løtum. Og minnir teg á tínar grundgevingar fyri at gevast.
- At starvsfelagar virða, at tú í eitt tíðarskeið hevur tørv á fleiri pausum ella hevur minni orku.
- At tú kanst ringja til onkran, tá motivatiónin ikki er so góð. Avtala hetta við tey.

Stuðul frá onkrum, tú lítur á, kann vera ein stór hjálp, tá tað verður trupult.
Fá nýggjar vanar
Ein royki- og nikotinsteðgur snýr seg ikki bara um at leggja sigarettir ella nikotin á hillina, men eisini um at skapa nýggjar vanar í gerandisdegnum. Brúka fólk, tú hevur rundan um teg, til at fylla tómrúmini við virksemi saman við tær. Tað kann vera kropslig venjing, sosial tiltøk, ítriv ella lítlir steðgir, sum ikki eru knýttir at royking ella nikotini. Á henda hátt fært tú sett okkurt munagott í staðin í teimum støðunum, tá tú plagdi at roykja ella brúka nikotin.
Truplu løturnar
Løtur kunnu koma, tá royki- ella nikotinsteðgurin er serliga trupul. Strongd, truplar kenslur, rutinur ella sosialar støður kunnu vekja trongdina eftir at roykja ella brúka nikotin. Tá kann vera umráðandi ikki at standa einsamallur/einsamøll. Rætt hondina út eftir hjálp frá tínum nærmastu. Ofta hjálpir tað at deila tankar og stúranir, og onnur kunnu stuðla tær í at halda fast í avgerðini. Um tú ert dottin útí, er týdningarmikið at minnast, at hjá nógvum er tað ein partur av tilgongdini. Síggj tað sum lærdóm og fá stuðul frá vinfólki, makanum ella øðrum til at halda fram við tínum royki- ella nikotinsteðgi.