Ert tú í iva?
Tað er ein stór avgerð at leggja av at brúka nikotin, og tú kanst fara at ivast.
Tá tú fert undir tilgongdina at gevast at roykja ella brúka nikotin, kann tað elva til mótstríðandi kenslur.
Onkuntíð kennir tú, at tú als ikki hevur hug til at roykja ella brúka nikotin. Aðrar tíðir kann tað kennast sissandi ella sum nakað, tær veruliga tørvar.
Hvat vigar mest
Tað kann vera eitt gott hugskot at taka støðu til, hvat tú sært sum fyrimunir og vansar við at roykja ella brúka nikotin. Á henda hátt fært tú sett orð á báðar partar og kanst meta, hvat vigar tyngst.
Spyr teg sjálva/-n:
- Hvat hevur týdning fyri meg beint nú?
- Hvat hevur týdning fyri meg, sum frálíður?
- Hvussu hjálpa sigarettir og nikotin mær við at røkka tí, sum hevur týdning fyri meg?
- Hvussu eru sigarettir ella nikotin ein forðing fyri, at eg røkki tí, sum hevur týdning fyri meg?

Hvørjir fyrimunir og vansar eru við at brúka nikotin? Hugsa um, hvat hevur týdning fyri teg.
Hvat missir tú við at leggja av?
Tað kann vera, at tú heldur, at nikotin gevur tær nakað, tú virðismetir, eitt nú ein steðg ella eina kenslu av ró. Tí følir tú kanska, at tú missir okkurt, tá ið tú leggur av.
Hugsa um, hvat tú missir, tá tú gevst við at brúka nikotin. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri teg? Og ber til at fáa hetta á annan hátt?
Hugsa eisini um, hvat tú vinnur við at leggja av. Hvønn týdning hevur tað fyri teg?
Hvat er mest umráðandi, tað, ið tú missir, ella tað, ið tú vinnur?
Kenslur broytast við tíðini, tí kann tað vera ein góð hjálp at seta sær hesar spurningarnar fleiri ferðir í tilgongdini at gerast royk- og nikotinfrí/-ur. Kanska koma tær til hugs nýggir fyrimunir og vansar.
Legg til rættis, nær tú kanst broyta tína avgerð
Um tú ert givin at roykja ella brúka nikotin, men ivast í, um avgerðin er røtt, kann tað vera eitt hugskot at velja ein dag nakað frammi í tíðini, tá tú kanst endurhugsa tína avgerð. Tað kann t.d. vera um nakrar vikur, á nýggjárinum ella um eitt ár.
Tá dagurin kemur, kanst tú loyva tær at meta, um tú vilt halda fram, ella um tú vilt byrja aftur.
”Hjá mær hevur riggað at siga: ”Tú kanst roykja á nýggjárinum, um tú hevur tørv á tí”. So verður tað ikki líka sum ein slankikurur, har tú ongantíð sleppur at eta slikk aftur. Bara tað, at eg havi sagt: ”Tað kanst tú faktisk gott”. Tað er ein hjálp.”
- Anna, hevur lagt av at roykja

Tað kann vera ein hjálp at loyva sær at endurhugsa avgerðina ein ávísan, ásettan dag frammi í tíðini.
Um tú endurhugsar avgerðina impulsivt og júst eina løtu, tá trongdin er stór, er vandi fyri, at tú velur at byrja aftur. Vel í staðin ein ávísan dag, sum tú hevur avtalað við teg sjálva/-n, at tú kanst umhugsa avgerðina.
Tað merkir eisini, at tær ikki nýtist at taka støðu til, um tú skalt vera nikotinfrí/-ur altíð. Tað er tú bara beint nú. Um ivin byrjar at vísa seg, kanst tú sparka hann út til horna, tí tú hevur tikið avgerðina júst nú, og tú fert at endurhugsa avgerðina seinni.
Les meira um evnið: