Er lagið skiftandi?
Roykisteðgur kann hava við sær daprar, streingjandi og glaðar kenslur.
Tað er vanligt, at lagið er skiftandi, tá tú gevst at roykja. Summi kenna seg eitt sindur øðrvísi og halda, at kenslurnar eru sterkari, enn tær plaga.
Fjúsið kennist styttri, tú ert tung/-ur í huga ella ilskligari, enn tú plagar at vera.
Samstundis kann roykisteðgurin vekja góðar kenslur so sum gleði, stoltleika ella lætta. Tí nú gert tú nakað, sum hevur týdning fyri teg, og sum tú hevur droymt um leingi.
Nýggir vanar
Tað kann kennast ørkymlandi í sjálvum sær, at broyta sínar vanar í sambandi við roykisteðgin. Tá tú brádliga skalt gera ymiskt øðrvísi og eitt nú finna nýggjar hættir at verða partur av sosialum felagsskapum, kanst tú kenna fjáltur, strongd ella angist.

Tað, at lagið er skiftandi, er heilt vanligt í sambandi við roykisteðg. Tað hæsar av, so hvørt tú fært nýggjar vanar uttan nikotin.
Handfar kenslurnar
Samstundis kann vera, at tær nú vantar tað amboðið, tú fyrr hevur brúkt til at linna ymsar kenslur við, nevniliga sigarettirnar.
Nógv hava verið von við at brúka sigarettir fyri at fáa eina kenslu av tamarhaldi ella ró, um tú eitt nú kennir strongd, vreiði ella ert tung/-ur í huga.
Nú, ið tú ikki roykir longur, eru kenslurnar møguliga sterkari, enn tær plaga, og tú skalt læra at handfara tær.
Tað verður lættari
Um tað er trupult, royn so at taka eina avbjóðing í senn. Tað, at lagið er skiftandi, er ein heilt vanligur partur av einum roykisteðgi.
Hetta minkar, so hvørt sum kroppurin venur seg við ikki at fáa nikotin longur og tú fært nýggjar vanar.

Tak ein dag í senn. Tað, at lagið er skiftandi, hæsar av, so hvørt tú venur teg av við nikotinið.
Farvæl við ein gamlan vin
Sjálvur ”missurin” av sigarettunum kann hjá summum kennast sum ein sorg. Tað er púra vanligt at vera kedd/-ur um at siga farvæl við okkurt, sum tú fyrr hevur kent sum virðismikið og sum møguliga hevur fylgt tær í nógv ár.
Loyv tær at siga farvæl við roykingina og tað, sum tær dámdi við roykingini. Skriva møguliga niður á pappír bæði tað, sum tú sigur farvæl við, tá tú gevst, og tað, tú gleðir teg til at røkka í staðin.
Les meira um ávirkan av roykisteðgi: