Dottin útí?
Afturfall merkir ikki, at tú skalt byrja heilt av nýggjum.
Afturfall er ein partur av nikotinsteðginum hjá heilt nógvum. Um tú dettur útí, ver so ikki ov harður/hørð við teg sjálva/-n. Minst til, at tú ert komin langt.
Eitt afturfall merkir heldur ikki, at tú skalt byrja heilt av nýggjum. Í staðin kanst tú brúka tað til at læra, nær tú skalt vera serliga ansin um nikotintrongdina.
Aftur á kósina
Royn at finna út av, nær ella hví tú datst útí. Tað kann hjálpa tær við at halda fast, tá tú aftur stendur í eini líknandi støðu. Hugsa eitt nú um:
- Hvat var tað, sum gjørdi, at freistingin at roykja ella brúka nikotin gjørdist ov stór?
- Um tú stendur í eini líknandi støðu aftur, hvat kanst tú gera í staðin fyri at roykja ella brúka nikotin?

Afturfallið kann hjálpa tær við at gerast klókari um tína avvenjing. Tað ger teg betri fyri til at standa ímóti trongdini næstu ferð, hon vísir seg.
Hví datt eg útí?
Kanska ert tú vanur/von við at roykja ella brúka nikotin saman við ávísum persónum ella í ávísum støðum, t.d. tá tú heldur pausu, ert á veg heim frá arbeiði ella í sambandi við ávísar kenslur so sum gleði ella órógv í kroppinum.
Tá tú hevur lagt av og stendur í tílíkum støðum aftur, fært tú kanska hug aftur, og tí verður truplari at halda fast í avgerðini.

Royking og nikotin eru ofta knýtt at ávísum persónum, støðum og kenslum. Tá tú stendur við onkrum av hesum aftur, kann vera trupult at halda fast.
Tað er vanligt at knýta royking og nikotin at:
- Kenslum, t.d. órógv, gleði ella keðsemi.
- Lutum, t.d. einum koppi av kaffi ella biltúri.
- Persónum, t.d. vinfólki ella starvsfelagum.
- Gerðum ella hendingum, t.d. at halda pausu ella vera í veitslu.
Uttan um trongdina
Í byrjanini av tínum royki- ella nikotinsteðgi kanst tú royna at minka um trongdina við at halda teg burtur frá tí, sum gevur tær hug til at roykja ella brúka nikotin. Tað kann vera morgunkaffið, pausur á arbeiðsplássinum ella persónar, tú ofta roykti ella brúkti nikotin saman við.
Tú kanst eisini hugsa um, hvat tú kanst seta í staðin fyri nikotinið ella sigarettina í teimum støðunum. Tað kann gera støðuna lættari.
Mælt verður til, at tú gert eina einfalda andadráttarvenjing fyri at koma uttan um trongdina:
Tað hæsar av
Minst til, at tað er bert fyrstu tíðina av tínum royki- ella nikotinsteðgi, at trongdin er so sterk. Við tíðini fært tú bygt upp nýggjar vanar og fert at føla minni og minni hug eftir nikotini.
Les meira um at handfara trongdina: